placeholder
Fótbóltur

Lið úr fjórðbestu deildini sendi Tottenham út

Eitt úrslit loypti hvøkk á í gjárkvøldi, nú tey stóru liðini eru komin við í Carabao Cup.

Mauricio Pochettino er undir stórum trýsti í løtuni (Mynd: EPA)

Mauricio Pochettino er undir stórum trýsti í løtuni (Mynd: EPA)

2019-09-25 11:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Flestu Premier League liðini komu trygt víðari móti liðum úr lægri deildum í gjárkvøldið, tá átta dystir vóru í tí minnu steypakappingini í Onglandi.

Á Emirates leivøllinum hevði Arsenal ongar trupuleikar við Nottingham Forrest úr næstbestu deildin, tá teir vunnu 5-0. Manchester City hevði heldur ongar trupulleikar við liði úr næstbestu deildini - liðið hjá Guardiola vann á útvivølli 3-0 ímóti Preston.

Eisini Southampton úr Premier League vann greitt, tá liðið basti arvafíggindanum Portsmouth á útivølli, ið nú spælir í triðbestu deildini. Tann dysturin endaði 4-0 til Southampton.

Í Onglandi elska tey, tá óvænta úrslit koma í steypakappingunum, serliga tá lið úr lægri deildum megna at vinna ímóti liðum úr Premier Leagur. Í gjárkvøldið var tað so eitt av teimum heilt stóru liðinum í Premier League, ið fall fyri einu liðið úr fjórðbestu deildini, tá Colchester á heimvølli sendi Tottenham út.

Tá dómarin bríkslaði av, eftir 90 minuttir varð onki mál komið, tí var farið beinleiðis í brotssparkskapping. Christian Eriksen misnýtti tað fyrsti brotssparkið  fyri Tottenham. Danin slapp tó undan, at vera tann einsamalli syndarin, tá Colchester misnýtti teirra triðja brotsspark, og harvið stóð á jøvnum aftur. Lucas Moura misnýtti tað fimta brotssparkið fyri Spurs, og eftir hetta skoraði Tom Lapslie tað avgerandi brotssparkið fyri Colchester. Hetta var til stóra gleði fyri heimaáskoðararnir, ið tysjaðu inná vøllin.

Tað eru krepputekin í Tottenham, ið hava fingið eina ringa byrjan uppá Premier League, og nú eisini reyk út úr Carabao Cup.  

Í kvøld eru tað so fleiri av hinum stóru liðinum úr Premier League, ið eiga tørn. Chelsea tekur á heimavølli ímóti Grimsby úr fjórbestu deildini. Liverpool skal á útivølli hittir Milton Keynes úr triðbestu deildini, meðan Manchester United á Old Trafford tekur ímóti Rochdale úr triðbestu deildini.

 

Úrslitini i gjár

Colchester – Tottenham  0-0 Colchester vann eftir brotssparkskapping

Crawley – Stoke 1-1 Crawley vann eftir brotssparkskapping

Luton – Leicester 0-4

Portsmouth – Southampton 0-4

Preston – Manchester City  0-3

Sheffield Wednesday – Everton 0-2

Watford – Swansea 2-1

Arsenal – Nottingham Forest 5-0

 

Dystirnir í kvøld

Brighton – Aston Villa

Burton – Bournmouth

Chelsea – Grimsby

Milton Keynes – Liverpool

Oxford United – West Ham

Sheffield United – Sunderland

Wolves – Reading

Manchester United - Rochdale

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder