Fótbóltur

Liðið hjá Jóan Símuni fer kortini ikki niður í fjórðbestu deildina

Framtíðin hjá norðurmakedónska felagnum og hjá føroyinginum hekk í leysari luft í síðstu viku eftir ein umstríddan dyst og ógvusliga avgerð hjá eigaranum. Nú venja teir hjá Shkupi aftur og fáa helst nýggjan eigara uppá pláss skjótt.

Rumbul hevur verið í og kring FC Shkupi, og Jóan Símun Edmundsson bíðaði í umleið eina viku eftir sínari lagnu. - Nú venja vit aftur og hugsavna okkum um dystin sunnudagin. Nýggur eigari kemur helst skjótt uppá pláss, staðfestir hann fyri Portalinum (Mynd: FC Shkupi)

Rumbul hevur verið í og kring FC Shkupi, og Jóan Símun Edmundsson bíðaði í umleið eina viku eftir sínari lagnu. - Nú venja vit aftur og hugsavna okkum um dystin sunnudagin. Nýggur eigari kemur helst skjótt uppá pláss, staðfestir hann fyri Portalinum (Mynd: FC Shkupi)

2024-11-21 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin spældi føroyska A-landsliðið við monnum sín seinasta landsdyst í 2024. Hann var í Skopje, har Jóan Símun Edmundsson býr og spælir fótbólt.

Toftamaðurin var tó ikki í føroyska hópinum. Hetta var óvæntað, tí royndi áleyparin var púra frískur og kundi sett met fyri A-landsliðdystur.

Sí eisini: Jóan Símun slapp ikki at seta metið á hesum sinni

Sjálvandi vildi hann heldur spælt, men ístaðin var Jóan Símun millum áskoðararnar í Skopje, og stuðlaði hann landsmonnunum av áskoðaraplássinum.

Vit hittu 33-ára gamla toftamannin í Norðurmakedónia og prátaði millum annað um serligu støðuna hjá honum í FC Shkupi. Bíðað hevur verið nakað við hesari greinini, tí at tað var bíðistøða hjá Joan Símuni í liðfeløgunum um vikuskiftið.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson til landsliðvenjing í Riga fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Plássið í deildini og sáttmálin uppá spæl

Tað var 9. november, at Shkupi vitjaði stóra Todor Proeski leikvøllinum, har Føroyar spældu vikuna eftir. Stórfelagið Vardar, sum er í tungum sjógvi í ár og eitt slag av arvafígginda hjá Shkupi, tók ímóti og avgjørdi móti endanum til 3-2.

Útiliðið fekk seks gul kort seint í dystinum. Millum annað fekk Jóan Símun Edmundsson eitt. Shkupi er ikki væl sæð allastaðni - serliga tí liðið er skapt í  albanska partinum av Skopje og hevur havt albanskar eigarar. Norðurmakedónskur fótbóltur er ikki altíð fyri sartar sálir, hesaferð kom millum annað dómarin í andglettin, og dysturin millum Vardar og Shkupi luktaði sterkt av onkrum tilætlaðum. Av matchfixing.

Hetta vísa serliga tey í Shkupi-leguni so á, og ónøgd var eisini beint fyri summarsteðgin, tá evropa-plássið glapp Shkupi av hendi á dramatiskan hátt. Nú hevði litríki forsetin Olgun Ajdin fingið nóg mikið. Hann takkaði fyri seg eina viku eftir dystin móti Vardar. Hetta var, meðan landsliðssteðgur var - leygardagin. Beint eftir 3-2 tapið hevði hann hótt við at taka liðið úr bestu norðurmakedónsku deildini, tí hetta var skitið, og man kundi ikki góðtaka, at "dómarar eru keyptir".

[object Object]
Útsøgnin frá nú fyrrverandi formanninum hjá Shkupi eftir dystin móti Vardar 

Harvið stóð Shkupi fyri nøkrum døgum síðani at til fara niður í fjórðbestu deildina og tl at missa sína støðu sum yrkisfelag. Hetta hevði eisini merkt, at allir sáttmálar høvdu farið úr gildi. Jóan Símun Edmundsson staðfestir, at hann hevði staðið uttan nakað felag brádliga, um støðan ikki broyttist.

Hóast keðiliga støðu var tað verri fyri teir mongu afrikansku spælararnar hjá Shkupi, har millum annað familjan heima veruliga hevur tørv á, at pengar koma inn á kontu hvønn mánaða, og at teir verða sendir heim. Fleiri av hesum vórðu bjóðaðir við Jóan Símuni til landsdyst sunnudagin.

Nýggj støða í Skopje og hjá Jóan Símuni

Teir mongu Shkupi spælararnir vóru í bíðistøðu í eina viku ella so og vandu als ikki. Men so komu nýggj boð.

Mánadagin og týsdagin komu myndir út frá venjingum, og skrivað var, at nú hugsavnar man seg bert um dystin móti Sileks sunnudagin; nummar trý fremstu deildini. Shkupi er nummar seks av teimum 12 liðunum.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson uttast til høgru til venjingina týsdagin (Mynd: FC Shkupi)

Jóan Símun váttar fyri Portalinum, at liðið hevur vant nakrar ferðir aftur, og at ætlanin er, at nýggir eigarar endaliga koma sjótt.

- Enn er navn ikki sett á nýggja eigaran, men vit fyrireika okkum til dystin sunnudagin og vænta, at alt endaliga kemur uppá pláss í vikuni.

Toftamaðurin hevur sáttmála við Shkupi til á sumri 2025. Tað vil siga til kappingarenda. Fýra dystir eru eftir til vetrarsteðgin.

Seinastu dagarnar hevur Jóan Símun fingið nýtt frítíðina saman við yngsta beiggjanum Andriasi Edmundsson. Verjuspælarin spældi aftur 90 minuttir fyri Føroyar sunnudagin. Hann hevur leikbann til næta dyst hjá Wisla Plock í Póllandi, og fekk frí til at vera nakrar eyka dagar í Skopje. Skjótt kemur Jóan Símun aftur á vøllin.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson og Andrias Edmundsson ganga inn á vøllin á Tórsvølli til heimadystin móti Norðurmakedónia. Teir fáa helst nakrar dystir aftruat saman. Næstu ferð Jóan Símun spælir fyri landsliðið javnar hann metið hjá einum øðrum toftamanni: Fróða Benjaminsen - 94 dystir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder