Tveir dystir í Premier League eru leiktir í dag.
Tann fyrri var í Burnley, har Arsenal vitjaði. Tað var rímiliga undirhaldandi, men tað endaði málleyst, og harvið hava liðini framvegis sama stigatal.
Tann veruliga áhugaverda uppgerðin var í London í kvøld. Har stóðu Jose Mourinho og Pep Guardiola yvirfyri hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð í nakað yvir eitt ár. Í einum fyrra hálvleiki ið City sat á, gjørdist tað veruliga áhugavert ímóti endanum. Serge Aurier feldi Sergio Aguero, Mike Dean lat spælið koyra, men tveir minuttir seinni dømdi VAR brotsspark. Afturvendi Hugo Lloris bjargaði royndini frá Ilkay Gundogan, Raheem Sterling royndi at skora uppá returin, men í tvídystinum við Lloris fór onglendingurin um koll. Aftur VAR, men mett varð, at Sterling filmaði. Hann fekk tó ikki seinna gula kortið - tað fyrr fekk hann longu eftir 12 minuttir fyri eina ógvsuliga takkling móti Dele Alli, ið tey í Tottenham-leguni kravdu reytt kort fyri.
(Mynd: EPA)
Spurs-leikararnir ilskaðust, tí teir mettu at Sterling, ið hevði takklað Alli ógvuliga tíðla í dystinum, tveitti seg í royndini at fáa eitt brotsspark. Tað varð eisini dømt sum film, men einki kort varð givið (Myndir: EPA)
Gundogan fekk ein risamøguleika beinanvegin í 2. hálvleiki, men skeyt uppum. Tottenham hevði onga málroynd í 1. hálvleiki. Menninir hjá Mourinho hugsavnaðu seg um at verja. Tá ein tími var leiktur, broyttist dysturin. Oleksandr Zinchenko fekk sítt seinna gula kort fyri at steðga einum mótálopi, og tveir minuttir kom bólturin til Stevn Bergwijn. Staddur stutt inni í brotsteiginum nakað til vinstru,
legði nýinnkeypti Spurs-leikarin bóltin til rættis við bringuni og fluktaði bóltin frálíka væl í málið. Ein dreymabyrjan hjá 22-ára gamla hálendinginum við 23-talinum á rygginum, ið skoraði við sínum fyrsta skotið sum Tottenham-leikari.
Bergwijn útloysti stóran fagnað við 1-0 málinum (Mynd: EPA)
Smáar tíggju minuttir seinni lukkaði Heung-Min Son dysin, tá hann móttók bóltin væl í brotsteiginum, og sparkaði hann væl í málið aftanfyri Ederson. Hóast hagtalsfrøðiligu yvirvágini fekk liðið hjá Pep Guardiola einki stig við sær til Manchester. City hevur sum so einki at spæla fyri í Premier League. Liverpool er 22 stig frammanfyri, og tvífaldu meistararnir fáa eitt Champions League-plásss uttan okkurt heilt løgið fer fram komandi mánðirnar. Tottenaham hevur eitt Champions League at spæla fyri, og sigurin í dag var umráðandi fyri Mourinho, tí nú minkaði munurin til Chelsea og 4. plássið, so at hann nú er fýra stig.
Premier League 25. umfar
Í dag - 02.02:
Burnley - Arsenal 0-0
Tottenham - Manchester City 2-0 (0-0)
63' Stephen Bergwijn 1-0
72' Son Heung-Min 2-0
Í gjár - 01.02.2020:
Leicester - Chelsea 2-2 (0-0)
Bournemouth - Aston Villa 2-1 (2-0)
Crystal Palace - Sheffield United 0-1 (0-0)
Livepool Southampton 4-0 (0-0)
Newcastle - Norwich 0-0
Watford - Everton 2-3 (2-2)
West Ham - Brighton 3-3 (2-0)
Manchester United - Wolves 0-0
Les eisini: Liverpool rann frá Southampton í 2. hálvleiki - rennur frá øllum í Premier League
Støðan:
1. Liverpool 73 stig
2. Manchester City 51 stig
3. Leicester 49 stig
4. Chelsea 41 stig
5. Tottenham 37 stig
6. Sheffield United 36 stig
7. Manchester United 35 stig
8. Wolves 35 stig
9. Everton 33 stig
10. Arsenal 31 stig
11. Burnley 31 stig
12. Newcaslte 31 stig
13. Southampton 31 stig
14. Crystal Palace 30 stig
15. Brighton 26 stig
16. Bournemouth 26 stig
17. Aston Villa 25 stig
18. West Ham 24 stig
19. Watford 23 stig
20. Norwich 18 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald