
Tvær tær fyrstu av teimum samanlagt átta hálvfinalunum í Faxe Kondi-steypakappingunum hjá teimum vaksnu vórðu spældar í gjár.
H71 var á útivølli í báðum dystunum og vann tveir teprar sigrar.
Á Hálsi vóru neistakvinnur annars á odda 20-16, tá eitt korter restaði í. Tað hevði gingið heldur striltið hjá H71 at skjóta mál; millum annað tí útiliðið misnýtti fýra brotskøst móti Yui Shibuya.
Seinastu løtuna skoraðu Elsa Egholm, Karin Egholm og Maria Halsdóttir Weyhe tó tvey mál hvør, meðan tær í bláum bert skoraðu einaferð móti sterka H71-verjupartinum við Mariu Beder í málinum. Tað var eitt mál frá Mariu Weyhe í síðstu sekundunum, sum endaliga avgjørdi hendan fyrra dystin.
Hoyvíkskvinnur fegnast eftir málið, sum Maria H. Weyhe skoraði við snildum skoti í 7 móti 6 spæli (Mynd: Sverri Egholm)
Maria Beder kom inn og hevði nakrar týðandi bjargingar fyri H71 (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá spennandi dystinum her
Einki er tó avgjørt undan seinna dystinum, og soleiðis er eisini við uppgerðini hjá monnum.
Tað var ógvuliga tætt allan vegin millum KÍF og H71, men Brian Slyne gjørdist at enda avgerandi í Kollafirði. Bakkurin skoraði tvey tey seinastu málini í dystinum, til 21-22 og 21-23, og skoraði hann harvið samanlagt tólv mál í fyrri hálvfinaluni.
Í kvøld spæla hini fýra liðini sínar fyrru hálvfinalur. Til ber at stroyma mansdystin (Kyndil - VÍF klokkan 20) á kvf.fo. Allar hálvfinalurnar kunnu stroymast fyri eitt gjald ella við haldi á live.hsf.fo
Fylg við livescore á Portal.fo-forsíðuni til allar dystirnar í bestu deildunum og steypakappingini.
Hálvfinalur hjá kvinnum
Í gjár, mikudag 12. februar
Neistin – H71 21-22 (11-12)
Toppskjúttar: Bjørk F. Joensen 7 mál (Neistin), Elsa Egholm 6 mál (H71)
Í dag, hósdagin 13. februar
18:00 Kyndil – Stjørnan
Seinnu dystirnir:
Leygardagin 15. februar
17:00 H71 – Neistin
Sunnudagin 16. februar
15:00 Stjørnan – Kyndil
Fylg við livescore á Portal.fo-forsíðuni til allar dystirnar í bestu deildunum og steypakappingini.
Hálvfinalurnar hjá monnum
Í gjár, mikudag 12. februar
KÍF – H71 21-23 (10-10)
Toppskjútti: Brian Slyne 12 mál (H71)
Í dag, hósdagin 13. februar
20:00 Kyndil – VÍF (KVF stroymir)
Seinnu dystirnir:
Leygardagin 15. februar
19:00 H71 – KÍF
Sunnudagin 16. februar
19.00: VÍF – Kyndil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald