
Nýggja árið inniheldur millum annað Premier League frá byrjan. Fimm av teimum níggju dystunum í dag, í 21. umfari, eru leiktir.
Chelsea kom á odda tíðliga í dystinum í Brighton, men stórar fimm minuttir fyri leiklok syrgdi innskifti Jahanbakhsh við frálíkum saksasparki fyri, at eitt stig varð verandi í Suðuronglandi. Liðið hjá Lampard hevur trupulleikar við at samla nógv stig saman í løtuni.
Iranski leikarin hjá Brighton javnaði í stórum stíli (Mynd: EPA)
Hvørki Tottenham og Wolves hálaðu tó inn á teir bláu úr London á 4. plássinum. Danny Ings skoraði einsamalla málið, tá Tottenham vitjaði. Hary Kane fór út við skaða í baklærinum, og Southampton hevur nú fingið tíggju stig seinastu fýra dystirnar. Watford er komið í gongd undir Nigel Pearson, og er ósigrað eftir jól. Hóast eitt reytt kort, megnaðu teir gulkløddu at halda leiðsluna móti Wolves.
Glóðheiti Danny Ings skoraði einsamalla málið í Southampton, har menninir hjá Mourinho harvið einki fingu burturúr (Mynd: EPA)
Ein sera tepur VAR rangstøðudómur kundi ikki forða Jack Grealish í at skora og Aston Villa at vinna í Burnley, og uppflytarnir eru í løtuni yvir strikuni. Leicester greiddi sína skyldu, uttan Vardy, í Newcastle. Fyrrverandi Newcaslte-leikarin Ayoze Perez skoraði og legðu upp fyri stegðin.
Perez skorar og fegnast saman við málskjúttanum til 2-0, James Maddison (Mynd: EPA)
Manchester City kann nærkast Leicester og Liverpool aftur um eina løtu. Til tað krevst ein sigur móti Everton, ið hevur vunnið báðar dystirnar undir Ancelotti við trimum málum frá Calvert-Levin. Týðandi botndystur verður í London, og botnproppurin Norwich skal royna at koma tættari strikuni. í kvøld spæla tvey gomul topplið í London, har United skal royna at taka av møguleikanum at nærkast 4. plássinum, og Arteta skal royna at vinna sín fyrsta dyst sum Arsenal-venjari.
Premier League, 21. umfar:
Úrslitini higartil í dag:
Brigthon - Chelsea 1-1 (0-1)
Burnley - Aston Villa 1-2 (0-2)
Newcaslte - Leicester 0-3 (0-2)
Southampton - Tottenham 1-0 (1-0)
Watford - Wolves 2-1 (1-0)
17.30: Manchester City - Everton
Norwich - Crystal Palace
West Ham - Bournemouth
20.00: Arsenal - Manchester United
Støðan:
1. Liverpool (55 stig) - 19 dystir
2. Leicester (45 stig) - 21 dystir
3. Manchester City (41 stig) - 20 dystir
4. Chelsea (35 stig) - 21 dystir
5. Manchester United (31 stig) - 20 dystir
6. Tottenham (30 stig) - 21 dystir
7. Wolves (30 stig) - 21 dystir
8. Sheffield United (29 stig) - 20 dystir
9. Crystal Palace (27 stig) - 20 dystir
10. Everton (25 stig) - 20 dystir
11. Southampton (25 stig) - 21 dystir
12. Newcastle (25 stig) - 21 dystir
13. Arsenal (24 stig) - 20 dystir
14. Brighton (24 stig) - 21 dystir
15. Burnley (24 stig) - 21 dystir
16. Aston Villa (21 stig) - 21 dystir
17. Bournemouth (20 stig) - 20 dystir
18. West Ham (19 stig) - 19 dystir
19. Watford (19 stig) - 21 dystir
20. Norwich (13 stig) - 20 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald