Jákup Biskopstø Andreasen og KÍ hava undirskrivað nýggjan sáttmála.
Norðlýsið hevði gitingar um, at nú KÍ-liðskiparin næsta ár fór at til Havnar í lestrarørundum, var møguleiki fyri at hann fór at spæla við einum av høvuðsstaðarfeløgunum.
Men trúgvi 22 ára gamli KÍ-liðskiparin heldur fram í Klaksvík, boðar KÍ frá í kvøld. Sáttmálan er galdandi fyri 2021 og 2022.
Jákup Biskopstø Andreasen er skrásettur fyri 140 dystur í bestu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald