Fótbóltur

Liðskiparin vónar at møta Fraklandi

Lutakast til HM-undankappingina verður í morgin. Hallur Hansson vónar, at Føroyar hesaferð trekkja Frakland, og vil helst sleppa undan Portugal.

Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-06 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Frakland hevur nógvar stjørnur, sum eg kundi hugsað mær at møtt, og úr bólki 2 hopi eg at vit trekkja Wales. Bretski spælistílurin hevur onkuntíð passað okkum væl – men Turkaland hevði eisini verið áhugavert. Og so havi eg valt Noreg úr bólki 3. Eg haldi har lá okkurt meir og bíðaði tá vit møtu teimum seinast, men Ungarn eina ferð afturat hevði eisini verið spennandi.

Soleiðis sigur liðskiparin á A-landsliðnum við monnum, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF, tá hann skal seta orð á, hvørji lond hann vónar at Føroyar koma í bólk saman við í komandi HM-undankapping.

Dreymabólkurin hjá Halli sær soleiðis út: Frakland, Wales, Noreg, Norðurmakedónia og San Marino.

2021 verður annars eitt drúgt landsliðsár fyri A-landsliðið hjá monnum, sum komandi ár væntandi skal spæla tilsamans tólv landsdystir. Talan verður um 8 ella 10 HM-undankappingardystir, umframt tveir ella fýra venjingardystir.

Hetta verður endaliga avgjørt við lutakasti í morgin, mánadagin 7. desember, tá greiða skal fáast á, hvussu evropeisku londini verða bólkaði til næstu HM-undankapping.

Tá liðskiparin skal velja ein “marrubólk”, eru londini ikki ókend fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Portugal, Sveis, Grikkaland, Albania og Malta vil Hallur Hansson helst sleppa undan hesaferð.

– Torførastu mótstøðuliðini seinastu árini hava verið Portugal og Sveis. Móti teimum vóru vit heilt greitt við undirlutan. Og so er tað Grikkaland. Móti teimum hava vit nøkur góð minnir, og vónandi ganga nógv ár, til vit møta teimum aftur, so sigrarnir sleppa at standa sterkari í minninum, sigur Hallur Hansson, og leggur afturat, at hann eisini vil sleppa undan Malta.

– Vit hava møtt maltesum fleiri ferðir seinastu árini, so eg havi meir ella minni fingið nokk av teimum.

Koma Føroyar í bólk við fimm londum, verða 8 undankappingardystir og væntandi 4 venjingardystir á skránni í 2021. Og háttar lutakastið seg soleiðis, at Føroyar koma í bólk við seks londum, skulu Føroyar spæla 10 undankappingardystir og tveir venjingardystir.

Tey 55 limalondini í UEFA eru styrkismett soleiðis:

Styrkisbólkur 1
Belgia, Frakland, Ongland, Portugal, Spania, Italia, Kroatia, Danmark, Týskland og Holland

Styrkisbólkur 2
Sveis, Wales, Pólland, Svøríki, Eysturríki, Ukraina, Serbia, Turkaland, Slovakia og Rumenia

Styrkisbólkur 3
Russland, Ungarn, Írland, Kekkia, Noreg, Norðurírland, Ísland, Skottland, Grikkaland og Finnland

Styrkisbólkur 4
Bosnia, Slovenia, Montenegro, Norðurmakedónia, Albania, Bulgaria, Ísrael, Hvítarussland, Georgia og Luksemborg

Styrkisbólkur 5
Armenia, Kýpros, FØROYAR, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Litava, Lettland og Andorra

Styrkisbólkur 6
Malta, Moldova, Liktinstein, Gibraltar og San Marino

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder