Fótbóltur

Liðugt á Tórsvølli: Mistu enn eina leiðslu

Føroyska landsliðið hevur verið betri meginpartin av dystinum, men tað rakk ikki á mál á Tórsvølli í kvøld.

Lettland javnaði nærum burturúr ongum (Mynd: Andrei Antal)

Lettland javnaði nærum burturúr ongum (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-13 21:41 Author image
Áron Vest
placeholder

Føroyiska landsliðið byrjaði seinna hálvleik væl.

Hanus Sørensen góða skotroynd, hóast tað ikki var so hart – í 55. Minutti. Málverjin hjá lettiska landsliðnum bjargaði uttan stórvegis trupulleikar.

Tá ein lítil tími var farin, framdi Føroyar ein trýdupulta útskifting. Inn komu Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen og Sølvi Vatnhamar. Ein heldur offensiv útskifting, sum ábendingar eisini vóru um, áðrenn dystin. Út fóru René Shaki, Hannes Agnarsson og Brandur Hendriksson.

Jóannes Bjartalíð fekk eina góða byrjan, tá hann framvið høgru síðu fekk víst, hvør bóltsnillingur hann er. Nakað úti í høgru síðu fekk hann eina góða skotroynd, men tíverri datt bólturin á skeiva beinið og bólturin fór væl omanfyri málið.

Tá tjúgu minuttir restaðu í, so fingu gestirnir hol á. Andrej Ciganiks spældi ein langan deyðbólt úr vinstru síðu, inn til eitt púra óvardan Dario Sits, sum hegnisliga og uttan bivan umsetti eina sera góða avlevering og innlegg til mál.  

Hanus Sørensen fekk enn eina skotroynd í 72. minutti, beint uttanfyri brotsteigarmarkið smekkaði til, men lettiski málverjin stórbjargaði.

Tá 78 minuttir vórðu spældir framdi Håkan Ericson eina defensiva útskifting. Tørvur var á frískum beinum í verjuni. Oddmar Færø bleiv útskiftur og inn kom 07 Vestur leikarin, Sonni Ragnar Nattestad. 

Jóan Símun Edmundsson, sum varð settur á bonkin til dystin í dag, bleiv í 83. minutti innskiftur, meðan avloysari hansara, Meinhard Egilsson, bleiv útskiftur.

Tað var um reppið, at lettar mundu lagt seg á odda 2-1, tá ein bóltur bleiv sendur hart inneftir málstrikuni og beint framvið málinum. Lukkutíð fyri Føroyar var ongin letti í bakrúminum at móttaka bóltin. Nú tóktist sum Føroyar mistu tamarhaldið og tann feril av fokus sum var eftir, móti endanum á dystinum. 

Hetta er fjórðu ferð í ár, at føroyska landsliðið missur eina leiðslu í kappingardysti. Til hús fóru 2017 áskoðarar, umframt leikarar, við blandaðum kenslum um 1-1 úrslit móti Lettlandi.

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
Føroyar - Lettland 1-1 (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0
69' Dario Sits (Andrej Ciganiks) 1-1

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen

Hesir vórðu innskiftir: Jóannes Bjartalíð (57' fyri René Shaki), Adrian Justinussen (57' fyri Hannes Agnarsson), Sølvi Vatnhamar (57' fyri Brandur Hendriksson), Sonni Ragnar Nattestad () og Jóan Símun Edmundsson (83' fyri Meinhard Egilsson

Støðan í bólkinum eftir dystin:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Fýra umfør eru nú spæld. Tað eru seks umfør, sum skulu spælast - niðasta liðið í bólkinum skal spæla play-off dyst um niðurflyting.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder