Fótbóltur

Malmø økti aftur móti endanum: 4-1 til heimaliðið

Brekkan gjørdist ov brøtt hjá KÍ. Árni Frederiksberg fekk minkað um munin, men Malmö FF svaraði aftur.

Fjepparar hjá Malmö FF undir dystinum. (Mynd: Áron Vest)

Fjepparar hjá Malmö FF undir dystinum. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-23 19:57 Author image
Áron Vest
placeholder

Malmø, Svøríki (Portalurin) KÍ hevði meir tol í seinna hálvleiki og var róligari á bóltin. Malmö FF skifti taktikk og í seinna hálvleiki var ikki koyrt líka nógv uppá umstilling. Heldur skuldi tað vísa seg at verða langskot, heimaliðið satsaði uppá. 

Les meira um fyrra hálveik HER

Í 58. minutti var ein heldur løgin støðgur í spælinum. Eitthvørt var áfatt við hooligansbólkinum Brigada Malmö, men løgreglan á staðnum fekk skjótt steðga løgnu hendingini. 

Árni Frederiksberg skoraði í 71. minutti, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen var skjótur at fanga ein skeiva sending langt inni á Malmö-hálvuni. Høgri vongbakkurin fann høgra vongin, og Árni skoraði sítt níggjunda Champions League mál seinastu í sínum seinastu níggju málum. Eingin føroyingur hevur yvir níggju evropeisk mál fyri føroysk feløg - Árni er nú javnur við liðfelagan Páll Klettskarð og Levi Hanssen. 

Málið gjørdi tó lítið av muni í uppgerðini, tí eitt lítið korter seinni skoraði innskifti Søren Rieks til 4-1 til Malmö FF.

Hareftir var ikki nógv at gera hjá klaksvíkingum og gjørdist endaliga støðan í fyrra dystinum sostatt 4-1. Tað verður ógvuliga tungt at venda hesum hjá KÍ til seinna dystin, sum verður við Djúpumýru um tríggjar dagar.


Dagført og rættað: 24. juli 2024, kl. 00:21


Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ 4-1 (3-0)

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og vit hava ymiskt tilfar eftir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder