2019-02-07 23:34
Í dag varð eitt lík bjargað úr flogfarinum, sum datt niður millum Frakland og Wales 21. januar við argentinaska fótbóltsleikaranum Emiliano Sala og flogskiparanum David Ibbotson umborð.
Nú er greitt, at líkið er Emiliano Sala.
Hesum váttar løgreglan í Dorset í tíðindaskrivi, sambært DR.
Líkið varð flutt til Portland, har tað varð eyðmerkt sum Emiliano Sala. Familja hansara er kunnað um hetta, sigur løgreglan.
Líkið varð bjargað á 63 metra dýpi áleið 33 kilometrar frá Guernsey.
Mynd: Scanpix
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald