Fótbóltur

Linfield var ikki langt frá bólkaspælinum

Útivallarmál sendu Qarabag víðari móti banamonnunum hjá HB. FCK kom eisini við neyð og deyð í bólkaspæli í Europa League; lutakastið til tað er klokkan 12.

Norðurírska liðið vitjaði í Gundadali 23. juli, har tað endaði við 2-2 javnleiki (Mynd: Olaf Olsen)

Norðurírska liðið vitjaði í Gundadali 23. juli, har tað endaði við 2-2 javnleiki (Mynd: Olaf Olsen)

2019-08-30 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvørji 48 lið skulu spæla í bólkaspælinum í Europa League. Arsenal, Manchester United, Sevilla, Roma og stóru Glasgow-feløgini eru ímillum tey, ið eru í pottinum í Sveis á middegi.

Linfield rakk ikki sínum fyrsta evropeiska bólkaspæli nakrantíð orsakað av útivallarmálum. Eftir 3-2 sigur í Belfast tapti liðið, sum sló HB út, 2-1 í Aserbadjan í gjár. Tað var spennandi heilt ímóti endanum, men Qarabag var omaná.

HB hevði Linfield á knøunum í Føroyum, men føroyameistararnir kendu ikki sína vitjunartíð frammanfyri málinum. Tað endaði tí 2-2, og á Windsor Park vann Linfield 1-0; málið kom við brotssparki.

Í umfarinum eftir HB, og undan hesum, vann Linfield báðar dystirnar á Sutjeska úr Montenegro.

[object Object](Linfield megnaði at sleppa úr Gundadali uttan at tapa - Mynd: Olaf Olsen)

FC København tapti 1-0 í Riga, og lettiska liðið var sera tætt við at skora til 2-0 í yvirtíðini og harvið koma víðari.

Sten Grytebust stórbjargaði tó, og skaðaplágaða FCK er, saman við Malmö FF, skandinaviska umboðið í bólkaspælinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder