Í ósigrinum hjá Manchester United í Champions League fyri PSG noyddust Jesse Lingard og Anthony Martial báðir út í steðginum. Talan var um vøddaskaðar, og Ole Gunnar Solskjær váttaði í gjár, at kantleikararnir verða úti í 2-3 vikur.
Hetta er eitt slag fyri United, ið veruliga tyktist at sakna fraklendingin og onglendaran í 2. hálvleiki týskvøldið, tá PSG skoraði tvær ferðir, og United hevði lítið at koma við í álopspartinum.
Manchester United spælir í áttandapartsfinaluni í FA Cup ímóti Chelsea mánakvøldið, og komandi vikuskifti er Liverpool á vitjan. Hesar dystirnar missa Martial og Lingard í øllum førum. 6. mars er returdystur í París, og tá er møguleiki fyri, at teir eru tøkir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald