Hondbóltur

Lionsbikarið: Berin fær ágóðan

H71 og Kyndil spæla kvinnudystin og H71 og VÍF mansdystin. Dystirnir um Lionsbikarini verða sunnudagin 15 og 17 á Hálsi.

2023-08-29 11:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin eru dystirnir um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum í hondbólti, og ágóðin hesaferð verður latin Beranum.

Dystirnir um Lionsbikarið eru hjá kvinnum klokkan 15 millum H71 og Kyndil, og hjá monnum klokkan 17 millum H71 og VÍF, báðir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum samstarva um dystirnar, og ágóðin verður sum vant latin einum vælgerandi endamáli.

Sum gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti eisini taldur við, so ein størri upphædd kann handast.

Hesaferð verður tað Berin, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og so aftur stórsteypadystunum í fótbólti, tá ið teir verða spældir til várs.

Berin er til teirra, ið hava mist ella hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til teirra, sum hava mist barn.

– Tá eitt foreldur, systkin ella barn gerst sjúkt ella doyr, elvir tað ofta til stórar, svárar broytingar í gerandisdegnum, siga tey í Beranum.

Tey geva børnum, ungum, foreldrum ella umsorganarpersónum tilboð um bólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder