Fýra av teimum sjey føroysku landsliðsspælarunum í bestu donsku kvinnudeildini spældu í gjár.
København Håndbold tapti sum væntað fyri fyrstu ferð í kappingárinum, tá greipuvinnararnir úr Esbjerg vitjaðu. Strikuspælarin og liðskiparin á føroyska landsliðnum, Pernille Brandenborg, skoraði trý mál í 27-34 tapinum, har fyrri hálvleikur var tættur.
Soleiðis var eisini í Odense, har bert eitt mál var á muni í steðginum. Favorittarnir vunnu tó at enda greitt á HH Elite. Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði eitt mál og legði upp til nøkur fyri útiliðið.
Uppflytararnir úr Aalborg høvdu eisini torføran útidyst og taptu við seks málum í Nykøbing Falster.
Tær føroysku stóðu seg tó væl. Annika Fríðheim Petersen hevði fleiri bjargingar í málinum og stóð við beint undir 30 prosentum. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var næstbesti málskjútti hjá EH Aalborg við fimm málum. Lív spældi í fjør í næstbestu deildini, men lámi spælarin úr Vestmanna ger nú um seg í bestu donsku deildini.
Annika Fríðheim Petersen skifti í summar bestu norsku deildina út við tí donsku (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er sannlíkt, at fleiri av føroyingafeløgunum í deildini koma at kappast í niðara partinum av deildini. Millum annað spæla Ringkøbing við Rakul Wardum og Skanderborg við Súnu K. Hansen - bæði null stig fyri tvey umfør - sunnudagin. Jana Mittún og Viborg spæla leygardagin á heimavlli móti Bjerringbro.
Støðan í Kvindeligaen:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald