Fótbóltur

Liverpool aftur á kósini

Meistaraheitið nærkast av álvara á reyðu síðuni av Merseyside. Teir sjey dystirnir í dag vóru sera javnir - Tottenham og Wolves, sum stríðast um Champins League-pláss, snávaðu. og niðastu liðini taptu øll.

Sadio Mané legði upp til 1-1 málið og skoraði sigursmálið á Anfield (Mynd: EPA)

Sadio Mané legði upp til 1-1 málið og skoraði sigursmálið á Anfield (Mynd: EPA)

2020-03-07 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir átta minuttir setti Callum Wilson fótin á bóltin mitt fyri Liverpool-málið og við The Kop legði áleyparin hjá Bournemouth útiliðið á odda. Anfield var friðarligt, ella ikki heilt, tí ónøgd var um, at tað ikki varð dømt fríspark móti júst Wilson í støðu heilt stutt áðrenn málið.

Eftir tríggjar ósigrar seinastu fýra dystirnar, og uttan Henderson og Robertson, hevði Liverpool nú eina stóra mentala avbjóðing. Men hóast Bournemouth var við allan dystin, so var Liverpool tað sterkari og revsaði tvey bólttap hjá útiliðnum í 2. hálvleiki hart og skjótt. Fyrst pilkaði Mané bóltin av innskifta miðverjanum Jack Simpson. Hann spældi yvirum til Salah, ið stutt inni í brotsteignum avsluttaði væl við vinstra beinum. Løtu seinni vann Van Dijk bóltin á miðjum vølli, og fann beinanvegin Mané ið var runnin móti Bournemouth-málinum. Einsamallur við málverjanum var hann ísakaldur. Útiliðið hótti verjuna hjá heimaliðum í løtum seinasta tíman, men tað endaði 2-1.

Sheffield er framvegis av álvara við í striðnum Champions League-pláss. Eftir málið hjá Lacazette eftir gott upplegg av Özil í London-uppgerðini á Emirates í dag, hongur Arsenal í. Einki mál kom á Molineux, har Brighton vitjaði - næstan sum ein sigur hjá útiliðnum men ein stórur smeitur hjá Wolves. Jose Mourinho og Tottenham eru í ringum stima. Í dag gjørdist talan um eitt stig í Burnley.

Newcaslte fekk ein sera týdningarmiklan sigur langt heimanfrá. Hetta var eftir eitt brent brotsspark og við meira enn einum tíma í yvirtali. 


Premier League 29. umfar
08.03

12.30: 
Liverpool - Bournemouth 2-1 (2-1)
Arsenal - West Ham 1-0 (0-0)
Crystal Palace - Watford 1-0 (1-0)
Sheffield United - Norwich 1-0 (1-0)
Southampton - Newcastle 0-1 (0-0)
Reytt kort: Moussa Djenpo (Sou - 28')
Wolves - Brighton 0-0
Burnley - Tottenham 1-1 (1-0)

Í morgin: 
14.00: Chelsea - Everton
16.30: Manchester United - Manchester City

Støðan: 
1. Liverpool 82
2. Manchester City 57 *
3- Leicester 50 **
4. Chelsea 45 **
5. Wolves 43
6. Manchester United 42 **
7. Sheffield United 43 **
8. Tottenham 41
9. Arsenal 40 **
10. Burnley 39
11. Crystal Palace 39
12. Everton 37 **
13. Newcastle 35
14. Southampton 34 
15. Brighton 29
16. West Ham 27
17. Watford 27
18. Bournemouth 27
19. Aston Villa 25 ** 
20. Norwich 21

* Tveir dystir færri
**Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder