Fótbóltur

Liverpool er heimsmeistari

Tað skuldi longd leiktíð til áðrenn finalan í HM fyri lið var avgjørd.

Roberto Firmino skoraði sigursmálið hjá Liverpool í longdu leiktíðini (Mynd: EPA)

Roberto Firmino skoraði sigursmálið hjá Liverpool í longdu leiktíðini (Mynd: EPA)

2019-12-21 20:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

HM fyri lið hevur tað síðstu góðu vikuna verið í Katar. Í kvøld var so finalan, har Liverpool og Flamegno úr Brasil hittust.

Liverpool var omaná tað mesta av dystinum, hóast Flamengo víst seg væl fram til tíðir. Roberto Frimino var tætt við at skora, men skotið rakti stólpan. Eisini skeyt Mohamed Salah bóltin í netið, men málið var kolldømt fyri rangstøðu.

Tá 90 minuttir vóru farnir, stóð framvegis á jøvnum 0-0, og tískil var farið til longda leiktíð. Níggju minuttir inn í longdu leiktíðina kom tað avgerandi málið, tá Roberto Firmino skoraði.

Hóast Liverpool eisini sat á dystinum í longdu leiktíðini, so var líka við at Falmengo javnaði, men Liverpool slapp við skelkinum, og kann nú kallað seg heimsmeistara fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder