Premier League-umfarið er farið niður helvt orsakað av FA Cup. Talan er um 31. umfar, og Liverpool og Chelsea kunnu fáa fyrimun av umfarinum:
14.15: Fulham - Liverpool (6'eren/Viaplay)
16.30: Everton - Chelsea (6'eren/Viaplay)
Stórfeløgini eru á útivølli, og setningurin er greiður: Ein sigur til Liverpool í London vil merkja, at liðið leggur seg tvey stig framum Manchester City, og um Chelsea sigrar í Liverpool, kemur London-felagið undir liðina á grannunum Arsenal á 4. plássi.
Liverpool er stórfavorittur við Thames-ánna í dag. Fulham er í stórum trupulleikum og er á veg niður aftur í The Championship. Liðið, sum hevur sín triðja høvuðsvenjara í ár, hevur latið heili 68 mál inn í 30 dystum, og Mané, Salah og co. burdu havt góðan møguleika fyri at avgera dystin í dag fyri Liverpool. Mikukvøldið framdi liðið hjá Klopp eitt frálíkt avrik í München, har felagið spældi seg víðari í Champions League við 3-1 sigri í dag. City, ið jagstrar øll fimm møguligu steypini, spældi í FA Cup í gjárkvøldið, og tí kann Liverpool gerast oddalið aftur og leggja trýst á undan landsliðssteðginum.
Hjá Chelsea peikar pílurin uppeftir. Hóast liðið hjá Sarri ikki fekk fult seinasta vikuskifti, so er sera góður møguleiki fyri topp-fýra. Liðið hevur ikki tapt seinastu sjey dystirnar (eftir 90 minuttir) og vann heili 5-0 í Ukreina hóskvøldið. Everton á útivølli er als ikki nøkur løtt uppgáva, men hjá Chelsea er nógv uppá spæl. United spældi í FA Cup í gjár, so við sigri vinna teir bláu seg frammum. Arsenal og Tottenham spæla ikki hetta vikuskifti, tí teirra mótstøðulið eru upptikin av steypakappingini. Chelsea kann harvið nærkast teimum munandi og leggja trýst á.
Støðan í oddinum:
1. Manchester City 74 stig
2. Liverpool 73 stig
3. Tottenahm 61 stig
4. Arsenal 60 stig
5. Manchester United 58 stig
6. Chelsea 57 stig
Øll liðini hava leikt 30 dystir uttan Chelsea, ið hevur spælt 29
Fótbóltur
Liverpool kann leggja seg á odda aftur
Bæði Liverpool og Chelsea kunnu leggja trýst á við sigrum í dag..
Liverpool og Chelsea hava týðandi dystir nú seinnapartin (Mynd: EPA)
2019-03-17 12:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald