placeholder
Fótbóltur

Liverpool kann økja um munin aftur

Seinasti dysturin í 25. umfari er á skránni í kvøld, og tað er oddaliðið, sum er á vitjan í London.

Seinast Liverpool og West Ham hittust vóru Mané og co. omaná og vunnu 4-0
(Mynd: EPA)

Seinast Liverpool og West Ham hittust vóru Mané og co. omaná og vunnu 4-0 (Mynd: EPA)

2019-02-04 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddastríðið í Premier League í ár er sum ein nevaleiksdystur ímillum tveir tungvektarar. Slag fyri slag stríðast liðini - umfar eftir umfar. Í seinastu viku sá Manchester City út til at hava nærum fingið eitt knock-out slag, tá Rafa Benitez og Newcaslte yvirraskandi slóu til. Kvøldið eftir fekk Leicester tó eitt stikk inn á Anfield, og Liverpool og City fóru aftur í hvør sítt hjørn við næstan somu úrtøku í 24. umfari.

Í gjár reisti meistararnir frá í fjør seg við tryggum sigri á Arsenal. Tað var Sergio Aguero, sum var stóri maðurin, og harvið er trýstið aftur á Liverpool

Les eisini: 
Aguero søkti Arsenal

Tað er á Olypmiska leikvøllinum í London, at Liverpool skal royna at leggja seg á odda við fimm stigum aftur. Í fyrsta umfari í ár vann Liverpool sanførandi 4-0, tá West Ham var á vitjan, og spurningurin er, um liðið hjá Klopp fær skúgvað liðið hjá Pellegrini eins lætt til viks hesuferð. 

Liverpool tyktist at vera uttan hugflog í javnleikinum ímóti Leicester seianst, men tá vóru umstøðurnar at spæla ikki tær bestu, tí nakað av kava var á vøllinum. Liverpool og City leggja í løtuni trýst á hvørt annað, og nú skulu teir reyðu svarað aftur, eftir at City vísti styrki í gjár.

Hjá Liverpool er Dejan Lovren framvegis úti, tveir langtíðarskaðar eru, og Trent Alexander-Arnold er ivasamur. Hjá West Ham mangla fleiri leikarar, og Marco Arnautovic, ið varð verandi í felagnum hóast hann ynksti at sleppa burtur, er ivasamur. 

20.00 West Ham - Liverpool 
           6'eren - Viaplay

 

Úrslitini í vikuskiftinum: 
Tottenham - Newcastle 1-0
Brighton - Watford 0-0
Burnley - Spouthampton 1-1
Chelsea - Huddersfield 5-0
Crystal Palace - Fulham 2-0
Everton - Wolves 1-3
Cardiff - Bournemouth 2-0

Leicester - Manchester 0-1
Manchester City - Arsenal 3-1

Stigatalvan í Premier League sær soleiðis út í løtuni:

1

Liverpool *

 

61 stig

2

Manchester City

 

59 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Manchester United

 

48 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United *

 

31 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder