Fótbóltur

Liverpool og City hava spælt seg í hálvfinalurnar

Tað gjørdist málríkt á Anfield, men ikki spenningur um samlaða úrslitið, tá Benfica vitjaði í gjárkvøldið. Einki mál kom í Madrid, har tað gjørdist heitt móti endanum. Møguleiki er fyri at ensku toppliðini skulu spæla í finaluni.

2022-04-14 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ensk finala er framvegis møgulig, og tað er ein sponsk eisini. Eftir seinnu fjórðingsfinsfinalurnar er greitt, at tvey lið úr Premier League og tvey úr La Liga skulu spæla í Champions League hálvfinalunum, ið verða síðst í hesum mánaðinum og fyrst í komandi.

Liverpool vann 3-1 í Lissabon í fyrra dystinum og var harvið ein uppaftur størri favorittur undan dystinum á Anfield enn beint eftir lutakastið. Tað var 1-1 í steðginum, og allur ivi tyktist at verða skúgvaður til viks fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki, tá Roberto Firmino skoraði tvær ferðir. Benfica svaraði tó aftur - tað varð 3-3 í 82. minutti - men nærri kom útiliðið ikki, og Klopp er í sínari triðju Champions League-hálvfinalu sum Liverpool-venjari.

Pep Guardiola og Manchester City eru í hálvfinalu annað árið á rað. Hetta er greitt, eftir 0-0 dystin í Madrid í gjárkvøldið, ið hevur fingið nógva umrøðu í evropeiskum miðlum, serliga orsakað av rokmikla endanum og rokinum eftir dystin tá liðini vóru ávegis inn í skiftingarrúminum. Seks leikarar fingu gult kort í longu yvirtíðini, har City royndi at verja leiðsluna. Harav var Felipe hjá heimaliðnum, ið fekk sítt seinna gula, og beint fyri leiklok fekk ein uppøstur Diego Simeone gult kort. City skoraði bert einaferð í 180 minuttir, men Atletico fekk einki, og harvið er liðið hjá Guradiola víðari.

Sunnudagin spældu Manchester City og Liverpool undirhaldandi oddadyst í Premier League. 2-2 úrslitið ger, at City framvegis hevur yvirtakið, nú sjey umfør resta í. Tað eru góð sannlíkindi fyri, at hesi liðini eisini skulu stríðast um Champions League móti hvørjum øðrum til tað síðsta. Til tað krevst tó, at City koppar Benzema og stinna Real Madrid, og at Liverpool ikki letur Villareal loypa hvøkk á fótbólts-evropa enn einaferð. Tað vera ensk lið móti sponskum liðum í hálvfinalunum - tey ensku eru favorittar, men tey sponsku hava veruliga víst nakað í áttandaparts- og fjórðingsfinalunum.

Champions League hálvfinalur
26.04: Manchester City - Real Madrid
27.04: Liverpool - Villareal

03.05: Villareal - Liverpool
04.05: Manchester City - Real Madrid

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder