Fótbóltur

Liverpool og Tottenham spældu seg víðari

Gjørdist spennandi í tveimum bólkum í kvøld. Fleiri bólkar í Champions League avgreiddir - her er yvirlit.

Liverpool-fjepparar kundu fegnast í kvøld (Mynd: EPA)

Liverpool-fjepparar kundu fegnast í kvøld (Mynd: EPA)

2018-12-11 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helmingurin av liðunum í Champions League eru nú liðug við bólkaspælið. Tað gjørdist spennandi í tveimum bólkum í kvøld, har tvey ensk lið royndu at spæla seg víðari.

Liverpool skuldi vinna á Napoli, tá italienska liðið vitjaði Anfield í kvøld. Í 2. umfarið vann Napoli 1-0, tá Liverpool var á vitjan. Gestirnir høvdu eisini rímiliga gott tamarhald á støðuni, men so sló Mohammed Salah til og legði Liverpool á odda.

[object Object]Mohammed Salah skoraði einsamalla málið á Anfield í kvøld (Mynd: EPA)

Málið kom tíggju minuttir fyri hálvleik, og eftir hetta skuldi Napoli upp at jakstra. Eitt útjavnandi mál hevði noytt Liverpool til at skorað tvær ferðir afturat. Heimaliðið hevði tó fleiri møguleikar at økja enn útiliðið hevði at javna; tó hevði Alisson eina umráðandi bjarging í yvirtíðini.

Í hinum dystinum í bólkinum greiddi PSG sína skyldu. Franska liðið vann 4-1 í Beograd og er víðari saman við Liverpool.

[object Object]Tottenham leikararnir glaðir eftir útjavnandi málið (Mynd: EPA)

Tottenham skuldi fáa minst líka gott úrslit sum Inter í kvøld fyri at spæla seg víðari. Inter kom illa frá byrjan á heimavølli móti PSV, tá Hirving Lozano skoraði. Í 73. minutti sá tað tó út til, at Mauro Icardi sendi Inter víðari, tí Barcelona, uttan m.a Messi og Suarez frá byrjan, var á odda móti Tottenham. Men fimm minuttir fyri leiklok javnaði innskifti Lucas fyri Tottenham, og tá Inter samstundis ikki megnaði at avgera sín dyst, fer Tottenham víðari.

Í bólki A spældi Club Brugge og Atletico Madrid málleysan javnleik, og tá Dortmund samstundis vann í Monaco, vinnur týska liðið bólkin frammanfyri Atletico.

Bólkur A

Club Brugge - Atletico Madrid (0-0)
Monaco - Dortmund (0-2)

Stigatalva
1. Boussia Dortmund (13 stig)
2. Atletico Madrid (13 stig)
3. Club Brugge (6 stig)
4. Monaco (1 stig)

Bólkur B

Inter - PSV (1-1)
Barcelona - Tottenham (1-1)  

Stigatalva
1. Barcelona (14 stig)
2. Tottenham (8 stig)
3. Inter (8 stig)
4. PSV (2 stig)

Bólkur C

Liverpool - Napoli (1-0)
Reyða Stjørna - PSG (1-4)

Stigatalva
1. PSG (11 stig)
2. Liverpool (9 stig)
3. Napoli (9 stig)
4. Reyða Stjørna (4 stig)

Bólkur D

Schalke - Lokomotiv Moskva (1-0)
Galatasaray - Porto (2-3)

Stigatalva
1. Porto (16 stig)
2. Schalke (11 stig)
3. Galatasaray (4 stig)
4. Lokomotiv Moskva (3 stig)

 

placeholder
placeholder