Sum so ofta fyrr endaði tað við javnleiki, tá arvafíggindarnir í dag hittust. Liverpool byrjaði dystin væl betri, flutti bóltin væl, legði gott trýst, men kom ikki heilt til frí skot, og góðskan á seinastu alveringini var ikki heilt har. Tað seinasta hevur eyðmerkt Liverpool seinastu tíðina, og soleiðis var alt kvøldið. Verjuleikararnir hjá United komu væl fyri í flerii førum, og hóast nakrar góðar støður við eitt sindur meira góðsku ella tilvild kundi givið ein stóran møguleika, so var tað eitt langskot frá Thiago seint í dystinum, ið helst var mest vandamikla royndin hjá Liverpool í dystinum.
Mynd: EPA
David De Gea hevði ikki stórar trupulleikar við skotinum, og Allison fekk í hinum endaum vart fyri, tá United, ið var komið betri inn í dystin í seinna helmingi av fyrra hálvleiki, spældi seg til tveir góðar málmøguleikar seinasta korterið av dystinum. Fyrst rakti Bruno Ferandes, ið spældi undir sítt vanliga støði í dag, mitt á Liverpool-málverjan, eftir at vælleikandi Luke Shaw hevði spælt útfrá til portugisan, og stutt seinni vardi Allison væl fyri, tá Paul Pogba royndi seg.
Pogba hevði møguleikan at avgerða dystin (Mynd: EPA)
Samanumtikið var janvleikur í lagi útfrá dystargongdini, og bæði liðini tóktust rímiliga væl nøgd við tað. Liverpool hevði bóltin væl meira, meðan United hevði størstu málmøguleikar. Liðið hjá Solskjær er framvegis oddalið, men Leicester hóttir, og Manchester City kann við sigri á Crystal Palace eisini koma uppá 35 stig og framvegis hava ein dyst færri enn nábúgvarnir.
Premier League 19. umfar
17.01
Sheffield United - Tottenham 1-3 (0-1)
Liverpool - Manchester United 0-0
19.15: Manchester City - Crystal Palace
Úrslitini í gjár - 16.01
Wolves - West Bromwich 2-3
Leeds - Brighton 0-1
West Ham - Burnley 1-0
Fulham - Chelsea 0-1
Reytt kort: Antonee Robinson (Fulham - 44')
Leicester - Southampton 2-0
Støðan
1. Manchester United 37 stig (18 dystir)
2. Leicester 35 stig (18 dystir)
3. Liverpool 34 stig (18 dystir)
4. Manchester City 32 stig (16 dystir)
5. Everton 32 stig (17 dystir)
6. Tottenham 30 stig (17 dystir)
7. Chelsea 29 stig (18 dystir)
8. Southampton 29 stig (18 dystir)
9. West Ham 29 stig (18 dystir)
10. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
11. Arsenal 24 stig (18 dystir)
12. Leeds 23 stig (18dystir)
14. Crystal Palace 23 stig (18 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 19 stig (17 dystir)
16. Brighton 17 stig (19 dystir)
17. Burnley 16 stig (17 dystir)
18. Fulham 12 stig (17 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (18 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)
Fótbóltur
Liverpool og United fingu hvør sítt stig
Tað endaði við málleysum javnleiki á Anfield í dysti, har fáir málmøguleikar vóru. Liverpool hevði bóltin væl meira, men United var nærri við at avgerða dystin. Liðið hjá Solskjær er framvegis oddalið, men úrsliti var best fyri City, ið kann nærkast av álvara við sigri í kvøld.
Solskjær og Klopp kundu ikki verða heilt ónøgdir eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
2021-01-17 18:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald