Oddaliðið í Premier League Liverpool upplýsti í dag, at felagið hevur valt at gera brúk av hjálparpakkanum frá stjórnini, og hevur sent umleið 200 starvsfólk til hús, nú Premier League kappingini liggur still í óásetta tíð.
Harvið fáa starvsfólkini goldið 80 prosent av lønini úr hjálparpakkanum. Liverpool upplýsir at felagið rindar tey írestandi tjúgu prosentini, soleiðis at starvsfólkini ikki skulu líða fíggjarligt tap meðan koronakreppan herjar.
Fýra onnur Premier League feløg hava eisini sent starvsfólkini til hús. Tey eru Newcaste, Norwich, Tottenham og Bournemouth.
Fríggjadagin varð avgjørt at Premier League er útsett í óásetta tíð, inntil at heilsumyndugleikarnir meta, at tað er ráðiligt at spæla fótbólt aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald