Tvey lið sum hava verið í ringum stima hittust á Anfield til Liverpool-grannauppgerð í gjárkvøldið. Everton fekk tó ein sera týdningarmiklan sigur móti oddaliðnum Arsenal í síðsta umfari, og nú kom Liverpool í gongd.
Tað var ein inntensur dystur, har heimaliðið var leikliga omaná. Leiðslumálið kom tíggju minuttir fyri hálvleik - beint eftir at Everton hevði sín størsta møguleika í dystinum. James Tarkowski, ið avgjørdi dystin móti Arsenal við stútara eftir hornaspark, stútaði hornasparksinnlegg á stongina. Liverpool fekk blokerað returskotið, og síðani streyk Darwin Nunez avstað við bóltinum. Hann rann næstan 70 metrar við bóltinum og legði síðani yvirum, har bæði Cody Gakpo og Mohammed Salah vóru komnir við. Salah var fyrstur á bóltinum og kundi seta høgra fótin á og bóltin í eitt tómt mál, tí Jordan Pickford var farin skeivur í støðuni.
Everton hevði bóltin líka nógv sum Liverpool í seinna hálvleiki og royndi at svara aftur. Fáir møguleikar stóðust burturúr, og hinvegin skapti Liverpool fleiri góðar støður. Longu í 49. minutti økti Cody Gakpo eftir vælsspælt álop. Niðurlendski áleyparin spældi sín sjeynda dyst, síðani hann kom frá PSV tíðliga í januar, og var hetta hansara greitt besta avrik.
Gakpo stórfegnast um sítt fyrsta mál...
Og takkar Trent Alexander-Arnold fyri uppleggið
Klopp og lið hansara líktust meira sær sjálvum í gjárkvøldið (Myndir: EPA)
Talan var um fyrsta málið hjá Gakpo í Liverpool-búnanum og um fyrsta sigur hjá Klopp og hansara monnum í Premier League í ár. Ósigrar móti Brentford, Brighton og Wolves, umframt málleysur javnleikur móti Chelsea var úrttøkan áðrenn grannauppgerðina, og Brighton sendi Liverpool út av FA Cup síðsti í januar.
Tað tyktist sum eitt annað yvirskot og energi var á Liverpool-liðnum í gjárkvøldið, og spurningurin er nú, um tað fer at eydnast at byggja uppá. Liverpool er nummar níggju í løtuni, og níggju stig eru upp til Newcastle og Champions League-pláss. Liverpool hevur leikt ein dyst færri enn Newcastle. Í næstu viku skal Liverpool royna seg í áttandapartsfinalu í Champions League móti Real Madrid.
Everton er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men tað hevur higartil sæð betri út undir Sean Dyche.
Støðan í Premier League
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald