Fótbóltur

Liverpool sigraði í München

Við frálíkum avriki í Týsklandi spældi liðið hja Klopp seg víðari. Messi og Barca gjørdu sítt arbeiði.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-13 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til brak í Suðurtýsklandi í kvøld, tá Liverpool var á vitjan. Dysturin á Anfield endaði málleysur, og tí var alt opið undan seinnu uppgerðini millum stórfeløgini.

Eftir eina varna byrjan frá báðum liðunum fekk Liverpool eitt týdningarmikið útivallarmál. Tað var sera gott - eftir langan bólt frá Van Dijk kom Mané innum verjuna, Neuer kom illa út og kantspælarin avsluttaði sera væl. Bayern svaraði væl aftur, og stutt fyri hálvleik var javnvág í.

Heimaliðið skuldi framvegis søkja eftir einum máli, men Liverpool-liðið var væl skipað, og vælleikandi Van Dijk legði aftur liðið hjá Klopp a odda. Bayern reisti seg ongantíð, og Mané setti punktum eftir frálíkt upplegg frá Salah. Eitt sera vælútført arbeiði av Liverpool, ið vann uppiborið, og framvegis hevur møguleikan at vinna tvey stór steyp. Øll ensku liðini eru víðari til fjórðingsfinaluna.

Eina løtu gjørdist tað spennandi á Camp Nou. Lyon minkaði til 2-1 stutt fyri tíman, og skuldi tá bert hava eitt mál afturat. Men Messi og Barca skugvaðu allan iva til viks. Messi skoraði tvey mál í kvøld, og Coutinho kom eisini á máltalvuna eftir frálíkt upplegg fra Suarez.

Barca verður harvið í pottinum fríggjadagin saman við Liverpool.

Hini seks liðini eru:
Ajax
Tottenham
Manchester United
Porto
Juventus
Manchester City

 

Úrslit í kvøld

Bayern München - Liverpool (1-3) 1-3 samanlagt
Sadio Mane 0-1
Joel Matip 1-1
Virgil van Dijk 1-2
Sadio Mane 1-3

Barcelona - Lyon (5-1) 5-1 samanlagt
Lionel Messi 1-0 br.
Philippe Coutinho 2-0
Lucas Tausart 2-1
Lionel Messi 3-1
Gerard Pique 4-1
Ousmane Dembele 5-1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder