Fótbóltur

Liverpool spælir útsetta dystin - seinna hálvfinalan í Manchester

Liverpool kann við sigri á West Ham hava bast øllum Premier League-feløgunum í hesum kappingarárinum og leggja seg 19 stig á odda. Manchester City skal gera arbeiði liðugt í hálvfinaluni í Carabao Cup.

Liverpool og Manchester City skulu bæði í eldin í kvøld (Mynd: EPA)

Liverpool og Manchester City skulu bæði í eldin í kvøld (Mynd: EPA)

2020-01-29 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útsettur dystur í Premier League og ein hálvfinaludystur í Carabao Cup (EFL Cup) verða leiktir í kvøld

Av tí at Liverpool var í Katar til HM fyri lið í desember, varð dysturin móti West Ham í 18. umfar ikki varð leiktur. Harvið skal liðið hjá Klopp vitja olympiska leikvøllin í London í kvøld. Tað er mitt í einari tættari dystarskrá hjá Liverpool.

Les eisini: Eykaliðið hjá Liverpool skal aftur spæla steypadyst

Liverpool hevur í ár 67 stig útav 69 møguligum í Premier League og er harvið á beinari kós móti sínum fyrsta meistaraheiti í 30 ár. Liverpool hevur vunnið á 18 av liðunum í deildini og manglar nú bert West Ham, ið oddaliðið ikki hevur hitt enn. Í kvøld er møguleikin har, og Liverpool er sjálvandi favorittur. Tó er liðið uttan skadda Sadio Mane, og á sama leikvølli fyri næstan júst einum ári síðani misti Liverpool tvey týðandi stig. 

Í Manchester er City risafavorittur at koma víðari. Liðið hjá Pep Guardiola vann 3-1 á Old Trafford fyrr í mánaðinum. United er uttan Marcus Rashford, og eisini Scott McTominay og Paul Pogba. Ein endurtøka av sigrinum í Premier League tíðliga í desember er neyðug, men lítið sannlík hjá Solskjær og hansara monnum. City kann røkka sínari triðju finalu á rað.

Les eisini: Trezeguet sendi Aston Villa í finaluna

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder