Fótbóltur

Trezeguet sendi Aston Villa í finaluna

Tað rakk akkurat ikki hjá Leicester, og so var stór frøi í Birmingham.

Avgerandi málið varð skorað í 93. minutti (Mynd: EPA)

Avgerandi málið varð skorað í 93. minutti (Mynd: EPA)

2020-01-29 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aston Villa vann ta fyrstu finaluna yvirhøvur í EFL Cup. Síðani 1961 hevur Villa vunnið kappingina fýra ferðir, og í komandi mánaði fær liðið úr næststørsta býnum ó Onglandi møguleika at spæla um steypið aftur. 

Tað farið var inn í yvirtíðina á Villa Park í var støðan 1-1, ið eisini var úrslitið í Leicester í fyrr í hálvfinaluni. Matt Targett legði Villa á odda tíðliga í dystinum, og Kelechi Ihenacho javnaði í 72. minutti. Longd leiktíð var harvið í eygsjón, men í 93. minutti fekk innskifti egyptin Trezeguet skot á í brotsteignum, og so kom eitt brøl á Villa Park. Eftir seinasta bríksl tysjaðu áskoðarnir inn á vøllin, og Villa skal til Wembley.

Mótstøðuliðið har verður greitt í kvøld. Alt bendir á, at tað verður Manchester City, ið skal gera arbeiði liðugt móti grannunum í kvøld. 

Carabao Cup (EFL Cup) hálvfinalur
28.januar
Aston Villa - Leicester 2-1 (3-2 samanlagt)

29.januar
Manchester City - Manchester United (3-1 í fyrra dystinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder