Fótbóltur

Liverpool svaraði aftur

City vann í gjár, og Burnley skoraði tíðliga á Anfield, men Liverpool vísti styrki og vilja og vann 4-2, har Firmino og Mané gjørdist tvífaldir málskjúttar.

Mané og Firmino syrgdu fyri málinum hjá Liverpool í dag
(Mynd: EPA)

Mané og Firmino syrgdu fyri málinum hjá Liverpool í dag (Mynd: EPA)

2019-03-10 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti av dagsins trimum Premier League dystum varð leiktur í sól, vindi og kavaælum á Anfield. Hetta ávirkaði tó ikki so nógv, at liðið hjá Klopp snávaði í oddastríðnum.

Tað byrjaði annars illa hjá heimaliðnum. Liverpool hevur ikki latið mál inn seinastu fimm dystirnar, men eftir fimm minuttir skoraði Ashley Westwood við góðum hornsparki. Hann brúkti vindin og fekk nógva skrúu, og tað hjálpti helst væl, at James Tarkowski forstýraði Allison nógv. Tað kundi væl verið dømt fríspark í støðuni, men málið varð viðurkent.

Liverpool fekk tó reist seg, og eftir stóra yvirvág javnaði Firmino eftir upplegg frá Salah. Løtu seinni kloddaði Burnley bóltin burtur beint við egnan brotsteig, bólturin endaði hjá Mané, ið smekkaði bóltin kyniskt í málið. Burnley hevði í løtunum í 2. hálvleiki nakrar støður, men heimaliðið var sterkari, og Firminio avgjørdi í roynd og veru dystin við 3-1 málinum miðskeiðis í hálvleikinum.

Dysturin var í tómgongd í einar 20.minuttir, men so minkaði íslendski Guðmundsson um munin í 91. minutti og fekk eitt lítið sindur av spenningini í aftur. Men Mané svarði aftur, og tey trý stigini vórðu verandi í Liverpool. Hetta merkir at munurin aftur er 1 stig í oddinum, nú átta dystir eru eftir. Ein góð upptakt hjá Liverpool, sum fekk gongd á málskjótingina aftur, undan uppgerðini í Munchen týskvøldið. Burnley er í einum tøttum botnstríðið, og liðini rundanum vunnu øll í gjár. 

Liverpool - Burnley 4-2 (2-1)
0-1 Ashley Westwood 
1-1 Roberto Firmino
2-1 Saido Mané
3-1 Roberto Firmino
3-2 Jóhann Berg Guðmundsson
4-2 Saido Mané 

Manchester City 

 

74 stig

2


Liverpool 

 

73 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

61 stig

4

Manchester United *

 

58 stig

5

Arsenal *

 

57 stig

6

Chelsea **

 

56 stig

7

Wolverhampton *

 

43 stig

8

Watford 

 

43 stig

9

West Ham

 

39 stig

10


Leicester 

 

38 stig

11


Everton

 

37 stig

12

AFC Bournemouth

 

37 stig

13

Newcaslte 

 

34 stig

14


Crystal Palace 

 

33 stig

15

Brighton & Hove Albion *

 

33 stig

16

Southampton 

 

30 stig

17

Burnley 

 

30 stig

18

Cardiff

 

28 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder