Enska fótbóltsfelagið Liverpool stevnir móti finaluni í Champions League kappingini, eftir at felagið vann 2-0 heima móti spanska felagnum Villareal í fyrru hálvfinaluni.
Heima á Anfield rakti Liverpool stengurnar nakrar ferðir og brendi nógvar góðar málmøguleikar áðrenn tað eydnaðist at koma ígjøgnum sterku sponsku verjuna.
Fyrsta málið var eitt spanskt sjálvmál í byrjanini av øðrum hálvleiki, og fáar minuttir seinni økti Sadio Mané til 2-0 – eitt gott úrslit fyri enska felagið áðrenn seinnu hálvfinaluna í Spania í næstu viku.
Eisini hin hálvfinalan er ein uppgerð millum spanskt og enskt felag. Manchester City vann heimadystin týskvøldið 4-3 á verandi Champions League meistarunum, Real Madrid.
Champions League finalan verður spæld 28. mai á Stade de France í Paris.
Sadio Mané skorar til 2-0 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald