Fótbóltur

Ljóð: - Vit mennast eisini sum Fótbóltssamband av hesum

Tað er nógv øðrvísi enn tað, su mvit eru von við, og UEFA setur nógv krøv, men higartil hevur gingið væl at fyriskipa EM. Maria Ziskason setur eisini orð á føroyska stríðsviljan, og hvat EM gevur.

2025-05-11 22:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani byrjaði fyrsta EM-endaspælið í fótbólti á føroyskari jørð. Ein vika er eisini eftir, og avgerandi dystirnir nækast - hálvfinalurnar og finalan.

Eftir seinasta dystin hjá føroysku gentunum, sum var á Tórsvølli móti Niðurlondum, tók Maria Ziskason úr FSF samanum gongdina higartil.

Tað var mest yvirskipað um, hvussu dagarnar ganga, og tað at UEFA er nógv á og krevur nógv av fyriskipanini.

- Tað eru fleiri ting, sum vit ikki eru von við, men higartil hevur gingist væl.

Maria Ziskason hevur í nógv ár arbeitt við fótbólti og serliga kvinnufótbólti. Hon heldur, at har var okkurt ítróttarligt at heinta hjá føroysku U17-gentunum, hóast munurin á maltalvunum var stórur. Eisini er gularótin har fyri skipanina sum heild.

- Eg haldi, at sum Fótbóltssamband mennast vit nógv av hesum. Vit skulu gera ymiskt øðrvísi, og nógv fólk eru í gongd allatíðina og arbeiða fyri at fáa alt at hanga saman.

[object Object]

[object Object]
Til stóru uppgávuna móti Niðurlondum í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Maria heldur, at tað veðrur spennandi, nú kappingin fer inn í seinna og avgerandi partin: Nógvir góður fótbóltur er at bjóða hjá føroyingunum, og nú eru tey í FSF og rundanum meira vand við tað ymiska. 

Tórsvøllur og Djúpumýra eru karmir um dystirnar í EM-endaspælinum hjá U17 gentum. Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, ein á hvør sínum staði,  og finalan verður á Tórsvøllu sunnudagin 18. mai.

Hoyr alla samrøðuna við Mariu Ziskason ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder