Annað

Ljósið vann Fimleikafagnaðin

500 íðkarar luttóku um vikuskiftið á Fimleikafagnaðinum sum var í Norðurlandahúsinum.

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)

2023-11-26 21:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist Fimleikafelagið Ljósið, sum fór avstað við sigrinum í Fimleikafagnaðinum, sum um vikuskiftið hevur verið í Norðurlandahúsinum.

Ljósið lýsti evni pátrúgv við framførslu um stjørnuspeki.

Hetta er átjandu ferð, at fagnaðurin er og fjórðu ferð, at Ljósið vinnur.

Norðurlandahúsið hevur verið karmur um eitt heilt serligt vikuskifti, har 500 íðkarar hava undirhildið og framført tríggjar sýningar fyri fullsettum sali.

Feløgini sum luttóku vóru Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog og Fimleikafelagið Ljósið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder