Fótbóltur

Loysn til finalutyrstar HB-fjepparar

HB vísur dystin á stórskíggjanum á Ovara vølli.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-04 11:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá finalan um løgmanssteypið millum Víking og HB verður bríkslað í gongd í morgin klokkan 16, verður tað við 1100 áskoðarum.

Tað er eitt væl lægri tal enn tað vanliga, og hetta er orsakað av smittuvandanum, at avmarkingar eru.

Men ráð eru fyri tí. Tey sum ikki fingu fatur á einum atgongumerki, síggja dystin á stórskíggja á Ovara vølli í Gundadali.

HB-húsið letur upp klokkan 13, sigur felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder