Hann hevur ikki heilsufakliga vitan, men Inter-áleyparin ið tosar átta ymisk mál, greiðir nú frá sínum persónligu upplivingum við tí, sum hann heldur var koronavirus.
- Tá vit komu aftur eftir jólaferiuna, meti eg, at eini 23-25 leikarar vóru sjúkir, og talan var um korona-sjúkueyðkenni.
Romelu Lukaku hevur í samrøðu við belgisku sjónvarpsrásina Vier avdúkað, at tað er ymiskt ið bendir á, at koronavirusið rakti Inter heilt tíðliga. Sky Sports umframt nógvir aðrir miðlar hava í dag endurgivið søguna.
- Ein var nær við at svíma undir dysti og allir hostaðu og høvdu fepur
Lukaku nevnir ein serstakan dyst í samrøðuni. 26. januar tekur Inter ímóti Caligari. Liðið er í niðaru hálvu av stigatalvuni, meðan Inter var heilt frammi í oddastríðnum tá. Inter hevur tað heldur trupult í hesum dystinum og fær bert javnleik
- Tá vit hitaðu upp, kendi meg heitari enn vanligt, og eg havi ikki havt fepur í fleiri ár. Í fyrra hálvleiki noyðddist ein av okkara verjuleikarum av vøllinum. Hann var nær við at svíma og kundi ikki halda fram. Eftir dystin var ein døgurði gjørdur, gestir vóru komnir, men eg segði bara nei takk og fór beint í song.
Tað var slovakin Milan Skriniar, ið noyddist út eftir longu 17 minuttir. Inter skrivaði á Twitter eftir dystin, at talan var um influensa.
Fyrsti koronatilburðurin í Italia varð skrásettur 31. januar. Miðskeiðis í januar og fram ímóti endanum herjaði hon serliga í Kina.
Leikararnir hjá Inter vórðu ongantíð kannaðir fyri koronavirus. Inter hevur heimstað í Milano, ið er høvuðsstaðurin í Lomabardíinum. Landsluturin er tann harðast rakti av øllum 20 í Italia, tá tað snýr seg um koronavirus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald