FC Midtjylland hevur eina sterka ungdómsdeild, og í hesum árinum hevur felagið veruliga prógvað tað á hægsta evropeiska støði. Í UEFA Youth League, sum er Champions League fyri U19-lið, spældi liðið seg víðari úr bólkaspælinum, og vann í dag 3-1 í áttandapartsfinaluni á mæta Manchester United.
Á liðnum hjá enska stórfelagnum í dag vóru leikarar sum Tahith Chong, Angel Gomes og James Garner. Chong kom á vøllin í París, tá United sló PSG út í seinastu viku, og stórtalentini Gomes og Garner hava fingið debut á besta liðnum. Toppskjúttin Mason Grrenwood manglaði í dag, men United undir leiðslu av fyrrverandi miðvallaranum, Nicky Butt, var favorittur í Herning.
Men heimaliðið var omaná: 17-ára gamli Gustav Isaksen legði FC Midtjylland á odda tvær ferðir; ímillum har javnaði Gomes við brotssparki. Dysturin var sum heild rímiliga javnur, og heilt ímóti endanum avgjørdi FCM dystin.
Í yvirtíðini kom Lukas Greena Giessing á vøllin. Hann hevur ikki umboðað nakað føroyskt felag, men hevur seinastu árini leikt heili 26 landsdystir fyri Føroyar. Lukas hevur spælt á U17 og U19 landsliðunum, og er nú partur av Midtjylland-liðnum, ið hevur staðið seg so væl í Youth League.
Í fjórðingsfinaluni skal FCM spæla í Porto.
Fótbóltur
Lukas kom á vøllin í sigri ímóti Manchester United
18-ára gamli U-landsliðsleikarin varð skiftur inn, tá FC Midtjylland fyri løtu síðandi bast United í Youth League.
Lukas (t.v) saman við Hanusi Sørensen, ið eisini umboðar FCM (Mynd: FC Midtjylland)
2019-03-13 15:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald