
B36 hevur framt eitt venjaraskifti á hjálparvenjarapostinum hjá besta mansliðnum.
Hesum boðar felagið frá í dag. Orsøkin er, at boð eru eftir Lukas Enevoldsen í gamla felagið hansara í Danmark: Hann skal vera í venjaratoyminum hjá Superliga-felagi:
- Lukas Schmedes Enevoldsen, sum seinasta hálvtannað árið hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum, fer nú aftur til Danmarkar. Hann hevur fingið starv í superligafelagnum Fredericia, har hann verður ein av tveimum hjálparvenjarum hjá høvuðsvenjaranum Michael Hansen.
Føroyski landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge spælir við Fredericia, og skal hann í kvøld verja málið í sínum triðja Superliga-dysti; móti Sønderjyske klokkan 19 (sæst á Viaplay/TV3 Sport)
Lukas Enevoldsen verður tó ikki við síðulinjuna í Superliguni í kvøld. B36 boðar frá, at hann verður á bonkinum mánadagin móti KÍ aftur. Síðani fer Lukas av landinum, og ein annar fyrrverandi miðverji hjá B36 tekur yvir sum hjálparvenjari.
Andrias Eriksen leiður sum liðformaður liðið inn til FM-finalu í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
31-ára gamli Andrias Eriksen spældi, sambært FaroeSoccer og B36, 256 dystir fyri besta liðið hjá ártalsfelagnum. Hann byrjar í næstu viku í sínum fyrsta venjarastarvi.
Andrias steðgaði sína tíð sum spælari vegna áhaldandi skaðar. Hann skal í fyrstu syftu hjálpa Jákup Martini Joensen til seinasta triðingin av kappingarárinum 2025. B36 er í løtuni á 5. plássi í deildini.
Lukas takkar fyri seg - fyri aðru ferð
Lukas Schmedes Enevoldsen hevur í tveimum umførum verið í B36. Sum spælari og ungdómsvenjari í 2021 og 2022, og sum hjálparvenjari í 2024 og 2025. Seinasta árið hevur hann arbeitt saman við Dan Brimsvík, Magne Hoseth og Jákup Martin Joensen.
Hann kom í fyrstu syftu til B36 úr júst Fredericia.
Í Fredericia skal 32-ára gamli danin í stóran mun hava ábyrgd av deyðbóltsstøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald