Fótbóltur

Lukasz Jarosinski steðgar í KÍ

Pólski málverjin hevði annars sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-21 19:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Pólski málverjin, ið kom til KÍ í summar, heldur ikki fram í felagnum. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.

32 ára gamli málverjin ynskir ikki at halda fram í KÍ, hóast hann hevði sáttamála fyri komandi kappingarár. Tí er semja millum hann og KÍ, um at enda samstarvið, skrivar Norðlýsið.

Lukasz Jarosinski spældi sjey dystir fyri KÍ í landskappingini.

Higartil hevur frágongdin av leikarum, sum hava umboða KÍ í ár verið stór. Fyrr í dag frættist at Ólavur Niclassen og Steinbjørn Olsen skulu leika við ÍF komandi ár.

Eisini er greitt at  David Skrbec ikki heldur fram í felagnum, meðan Alessio Hyseni og Abubakar Ibrahim Aliyu steðgaðu í felagnum mitt í undanfarna kappingarárið.     

KÍ hevur í løtuni bert ellivu sáttmálabundnar leikarar til komandi kappingarár. Av teimum er ivasamt um Jóannes Kalsø Danielsen heldur fram. Hann fer møguliga av landinum.

Eisini er ivasamt nær Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið eisini er ein av teimum sum hevur sáttmála, verður tøkur aftur eftir langtíðar skaða.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder