Fótbóltur

Lutakast til fjórðingsfinalurnar í dag

Bæði í Champions League og Europa League er týðandi lutakast á skránni um nakrar tímar.

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár eru bæði Manchester United og Liverpool í fjórðingsfinalunum í Champions League
(Mynd: EPA)

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár eru bæði Manchester United og Liverpool í fjórðingsfinalunum í Champions League (Mynd: EPA)

2019-03-15 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í báðum teimum stóru evropeisku kappingunum er luttakaratalið lækkað niður í helvt eftir áttandapartsfinalunar. Í dag verður greitt, hvussu liðini hittast í fjórðingsfinalunum í apríl.

Lutakastið til Champions League verður fyrst, og her stórur spenningur um, hvussu tað háttar seg. Helmingurin av liðunum í pottinum eru ensk lið. Í Europa League eru bæði ensku liðini framvegis við. Í báðaum kappingunum verður eisini trekt lut um hálvfinalurnar í dag. Tað vil siga, at tað verður greitt, hvør kemur at spæla ímóti hvørjum, tá luttakartalið aftur verið koyrt í helvt.

Til ber at stroyma á heimasíðuni hjá UEFA, tá trekt verður lut í Nyon í Sves. 

Hesi liðini eru í pottinum:

Champions League - klokkan 11.00
Ajax 
Barcelona 
Juventus 
Liverpool 
Manchester City 
Manchester United 
Porto 
Tottenham Hotspur 

Europa League - klokkan 12.00: 
Arsenal 
Benfica 
Chelsea
Frankfurt
Napoli 
Slavia Prag
Valencia 
Villarreal 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder