Oyggjaleikir 2019

Lýdia Poula Simonsen bronsu í kúluvarpi

Tók eisini met sum hon sjálv átti frammanundan.

Lýdia Poula Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

Lýdia Poula Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-09 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lýdia Poula Simonsen vann seinnapartin bronsu í kúluvarpi á oyggjaleikunum á Gibraltar.

Annað kastið hjá henni var 11.18 metrar og tað tryggjaði Lýdiu eina bronsu. Hon tók eisini føroyskt metið, sum frammanundan sjálvt átti.

Tað hevur annars gingið væl hjá frælsum ítrótti seinnapartin. Í boðrenning hjá kvinnum rann føroyska liðið seg í finaluna. Á liðnum eru Maria Biskopstø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bára J. Glerfoss, Oddvør Josephsen, Alda Sigursdóttir Lamhauge og Elisabet Holm Simonsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder