
Liðini í Betrideildini hjá monnum eru farin í gongd við venjingardystir, og tað hoyrist um ymisku hóparnar, tilgongdir o.a.
Tað hevur ikki verið so nógv at frætt um flytingar í fremstu kvinnudeildini, men í gjárkvøldið skrivaði Norðlýsið, at KÍ hevur fingið munagóðan styrk. Talan er um 20-ára gomlu Duritu Hummeland, ið kemur frá greipuvinnarunum.
20 ára gamla Durita Hummeland var í fjør millum mest eyðsýndu leikararnar hjá føroyameistarunum við 11 málum og 11 uppleggum. Durita hevur sambært FaroeSoccer spælt 110 dystir í fremstu kvinnudeildini og skorað 28 mál. Hon skoraði eisini í steypafinaluni í fjør.
Durita Hummeland kann røkja fleiri pláss, og talan er um ein hartarbeiðandi leikari við nóvum dygdum. Hon hevur spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar.
Durita er úr Hvalvík men arbeiðir í Klaksvík, og hetta er helst partur av ørsøkini til, at hon nú hevur valt at skifta til KÍ. Saman við EB/Streymi hevur Durita vunnið greipuna tvey tey seinastu árini, men nú skal hon vera við til at royna at koppa tað yviraftur til KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald