Seinasta umfar í Champions League-bólkaspælinum er nú liðugt. Í kvøld vóru átta dystir. Tað var bert í bólki F, at eitt pláss í áttandapartsfinaluni var uppá spæl. Annars snúði tað seg um, hvør fekk fyrsta plássið í tveimum av bólkunum.
Í bólki G var alt avgjørt áðrenn. Bæði liðini ið eru víðari taptu í kvøld, og Real Madrid varð eyðmýkt á heimavølli. Les meira her
Í bólki H taptu nummar eitt og tvey í bólkinum eisini; Juventus og United taptu 2-1 á útivølli móti ávíkavist Young Boys og Valencia.
Í bólki A var bólkafinala, og Ajax og Bayern leveraðu topp-undirhald og dramatikk á Johann Cruyff leikvøllinum. Bayern kom á odda 1-0 tíðliga, Ajax svaraði aftur og kom á 2-1; so gjørdist tað 2-2, 2-3 áðrenn Ajax í yvirtíðini javnaði aftur. Annars vóru tvey beinleiðis reyð kort, tvey brotsspørk og tveir tvímálsskjúttar í Amsterdam: Dusan Tadic, og toppskjúttin í Champions League Robert Lewandowski skoraðu báðir tvær ferðir. Bayern er víðari sum nummar eitt.
Í kavanum í Ukreina var avgerandi dystir millum Shakthar og Lyon. Heimaliðið skuldi vinna og kom á odda í 1. hálvleiki, men miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Fekir fyri Lyon, og hetta var nóg mikið hjá franska liðnum. Manchester City vann bólkin; í kvøld tryggjaði Sané, við tveimum málum, City sigurin á Hoffenheim.
Bólkur E:
Ajax - Bayern 3-3 (0-1)
Benfica - AEK 1-0 (0-0)
Bayern 14
Ajax 12
Benfica 7
AEK Athen 0
Bólkur F:
Shakhtar - Lyon 1-1 (1-0)
Manchester City - Hoffenheim 2-1 (1-1)
Manchester City 13
Lyon 8
Shakhtar 6
Hoffenheim 3
Bólkur G:
Real Madrid - CSKA Moskva 0-3 (0-2)
Plzen - Roma 2-1 (0-0)
Real Madrid 12
AS Roma 9
Viktoria Plzen 7
CSKA Moskva 7
Bólkur H:
Young Boys - Juventus 2-1 (1-0)
Valencia - Manchester United 2-1 (1-0)
Juventus 12
Manchester United 10
Valencia 8
Young Boys 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald