Fótbóltur

Magne Hoseth settur í samband við Superliga-felag

Sambært danska miðlinum BT hevur høvuðsvenjarin hjá KÍ verið til starvssamrøðu í Lyngby. Í KÍ væntar man tó, at norski venjarin verður í Klaksvík í 2024.

Magne Hoseth var nógv frammi í 2023 orsakað av flottu úrslitunum. Nú fer fyrrverandi FCK-spælarin, sambært stórum donskum miðli, møguliga at venda aftur til Superliguna (Mynd: Sverri Egholm)

Magne Hoseth var nógv frammi í 2023 orsakað av flottu úrslitunum. Nú fer fyrrverandi FCK-spælarin, sambært stórum donskum miðli, møguliga at venda aftur til Superliguna (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-05 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki bara sum at siga tað hjá KÍ at halda uppá Magna Hoseth. Í øllum førum ikki sambært summum miðlum.

Í desember kom ein søga úr Noregi um, at persónar í Start vildi hava føroyameistaravenjarin, ið hevur flott úrslit at vísa á í evropeiskum kappingum. Hoseth vísti hesum meira ella minni púra aftur á tíðindafundi í Lille dagin fyri seinasta Conference League-dystin hjá KÍ, men í gjár kom hetta partvíst fram aftur á norska TV2.

Les eisini: 
Seinasti dansurin verður í Fraklandi
Hoseth: Hugsavni meg bert um KÍ

Í dag hevur ein danskur miðil skriva, at 43-ára gamli norðmaðurin hevur verið til starvssamrøðu hjá Superliga-felagið. Talan er um BT. Sambært keldum hjá BT er KÍ-venjarin á listanum yvir teir, sum kunnu taka yvir fyri Freyr Alexandersson. Lyngby hevur í vikuni selt íslendska venjaran til Kortrijk.

Tað var eisini BT, sum fyrst kom við tí søguni. Hvussu nógv hald er í hesari søguni um Hoseth er ilt at siga, men stutt eftir at hon kom út, ringdi Tipsbladet til Klaksvíkar.

- Vit kunnu hvørki váttað ella avsannað, hvørjar ætlanir Lyngby hevur. Vit hava ikki fingið nakað tilboð frá Lyngby, og hann hevur ein sáttmála fyri 2024.

So bersøgin er Súni Clementsen, sum hevur tikið sær av ymiskum viðvíkjandi miðling hjá KÍ. Hann slær fast, at man fyriheldur seg til sáttmálan. Einki samband hevur verið millum KÍ og Superliga-felagið, sum noyðist at keypa Magna Hoseth leysan.

[object Object]
Verður Hoseth at síggja við Djúpumýru í 2024 eisini? Sáttmálin er har, men søgurnar ganga (Mynd: Sverri Egholm)

Lyngby hevur helst fleiri á listanum - eisini venjarar við longri CV og frá hægri stigi. Tað, at Magne Hoseth hevur staðið seg so væl í sínum fyrsta høvuðsvenjarastarv, hevur helst vakt áhuga, og eisini verið brennievni til ávísar søgur.

- Vit vita væl, at tað eru nógvar søgur viðvíkjandi venjara okkara. Nógv tær flestu hava einki uppá seg, og tað eru við 100 prosent vissu falskar leysasøgur, sigur Súni Clementsen við Tipsbladet.

Til seinast verður aftur staðfest, at man í KÍ avgjørt væntar, at Magne Hoseth verður venjari í felagnum hetta kappingarárið eisini. Norski venjarin kemur eftir ætlan aftur til Klaksvíkar saman við familjuni sunnudagin. Sáttmálin gongur út eftir kappingarenda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder