B36 hevði í kvøld aðalfund, og eitt mál á skránni var formansskifti. Fráfarandi formaðurin boðaði herfyri frá, at hann ikki helt fram sum formaður, og tí skuldi nýggjur finnast.
Fyri vali í nevndini stóðu Rolf Herup Olsen og Sámal Ímundarsson, og teir takkaðu báðir fyri seg eftir ávikavist 7 og 10 ár í nevndini. Í uppskot at koma í nevndina blivu Magni V. Mouritsen og Bogi Petursson Nielsen, og blivu teir valdir inn.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin.
Formaður: Magni Vatnhamar Mouritsen
Næstformaður: Jákup Mørk
Kassameistari: Bogi Petursson Nielsen
Nevndarlimir: Anja Weyhe, Símun Grønadal. Steinbjørn Hardlei og Jákup Lamhauge
Umboð í nevnd vegna ungdómsdeildina: Ronnie Thomassen
Nevnast kann, at abbar hjá bæði fráfarandi og núverandi formonnum, vóru við til at stovna B36, skrivar felagið á heimasíðuni.
(Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald