Hondbóltur

Magnus Árason til Mors-Thy

Høgri vongurin á U19 landsliðnum hevur nú møguleika fyri at fáa spælitíð í bestu donsku hondbóltskappingini.

Magnus Árason, her valdur til dagsins leikari eftir ein HM-dyst fyri U-19 landsliðið (Mynd: IHF/Kollektiff)

Magnus Árason, her valdur til dagsins leikari eftir ein HM-dyst fyri U-19 landsliðið (Mynd: IHF/Kollektiff)

2025-12-16 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gávuríki ungi føroyski hondbóltsspælarin, Magnus Árason, sum seinastu tíðina hevur verið knýttur at danska stórfelagnum, GOG, skiftir nú til felagið Mors-Thy Håndbold, sum hevur heimstað í Nykøbing á Mors og spælir í bestu donsku hondbóltskappingini.

Við skiftinum skuldi verið møguleiki fyri, at føroyski landsliðsleikarin fær nógvar royndir í bestu donsku hondbóltskappingini.

Heimasíðan handballtransfer.dk veit at siga, at felagið Mors-Thy hevur skrivað sáttmála við tveir ungar gávuríkar leikarar – talent.

Annar er Simon Skovhus, sum verður leigaður frá Aarhus Håndbold, og hin er føroyingurin Magnus Árason.

Magnus Árason spælir høgri vongur, og hevur gjørt um seg á føroysku ungdómslandsliðunum U17, U18 og U19 við hópin av málum til endakappingar. Til HM-kappingina fyri U19 dreingir í summar skjeyt hann 25 mál og til EM árið fyri, hevði hann 33 skoringar.

Síðan hann flutti til Danmarkar at ganga á hondbóltseftirskúla, hevur hann verið knýttur at stórfelagnum á Fjóni, GOG. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder