Annað

Magnus Carlsen heimsmeistari í snartalvi

Kom í søgubøkurnar við at vera fyrsti telvarin, sum megnaði at telva 21 snartalv uttan at tapa nakað.

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2018-12-30 16:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við 17 stigum av 21 møguligum, gjørdist norski Magnus Carlsen í dag heimsmeistari í talvgreinini, sum eitur snartalv, á enskum ’blitz’. Hetta er talv við ferð á við tað, at telvararnir einans fáa tríggjar minuttir í umhugsunnartíð, og so tvey sekund afturat fyri hvønn leik.

Magnus spældi sera sterkt í dag, men tað var kortini spenningur til seinasta umfar, tí ungi pólendingurin Jan-Krzysztof Duda hevði møguleika at koma upp á sama stigatal, um norðmaðurin misti okkurt stigið.

Tað gjørdi hann í næstseinasta umfari móti russaranum Ian Nepomniachtchi.

Sera óvæntað møtti russarin ikki upp, tá talvið skuldi byrjað, so tá hann endiliga kom fram at borðinum, hevði hann brúkt umleið helmingin av sínum trimum minuttun. Russarin hevði hvíta fólkið og átti fyrsta leik.

Sportmanship
Magnus Carlsen var ørkymlaður, tá mótstøðumaðurin ikki kom, og bað dómararnar um at støðga klokkuni. Støðan gjørdist eitt sindur undarlig, men eftir bert fáar leikir bjóðaðiNepomniachtchi javnleik – remis – og Magnus Carlsen tók av, hóast hann hevði allar møguleikar fyri at vinna og tryggja sær fyrimun í HM-kappingini.

- Eg hevði ikki hug at vinna upp á handan mátan, segði Magnus Carlson eftir kappingina.

Úr øllum heraðshornum verður Magnus Carlsen nú hámettur fyri stórt ’sportmanship’ fyri hesa avgerð.

Hóast Carlsen harvið misti eitt hálvt stig móti pólendinginum Duda, so fekk tað onga ávirkan við tað at Carlsen vann seinasta umfarið trygt og endaði einsamallur við 17 stigum. Duda fekk 16,5 meðan Hikaru Nakamura úr USA fekk bronsu við 14,5 stigum.

Carlsen endurvann sostatt HM-heitið í snartalvi, og er framvegis heimsmeistari í bæði vanligum talvi og snartalvi.

Hann hevur nú vunnið vanliga HM-heitið fýra ferðir, HM í snartalvi fýra ferðir og HM í kviktalvi tvær ferðir, og er mest vinnandi telvari nakrantíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder