Annað

Magnus Carlsen spilt møguleikan at vinna HM í kviktalvi

Tapti heilt óvæntað tey bæði fyrstu talvini.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2018-12-27 12:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen, hevur spilt sær møguleikan at vinna heimsmeistaraheitið í kviktalvi, hóast hann á pappírinum er tann sterkasti á styrkilistanum.

Heilt óvæntað tapti hann tey bæði fyrstu talvini, tá HM-kappingin byrjaði í Skt. Pætursborg í gjár, 2. jóladag.

Magnus Carlsen, sum herfyri vann heimsmeistaraheitið í vanligum talvi móti Fabiano Caruana, tapti fyri heilt ókendum telvarum í teimum báðum fyrstu umførunum. Fimm umfør vórðu telvað á fyrsta degnum, og norski stórmeistarin vann tey næstu trý talvini. Men við trimum stigum liggur Carlsen heilt afturi á 87. plássi áðrenn annar dagurin byrjaði í dag.

Við tað, at spælarar við sama stigatali í størsta mun møta hvørjum øðrum, og at tað er lægst metti á styrkilistanum, ið fær fyrimun í samband við javnleik í stigum, so verður nú mett, at Magnus Carlsen hevur spilt sínar møguleikar fyri at vinna heimsmeistaraskapin í kviktalvi hesaferð.

Eftir fimm umfør liggja tríggir telvarar á odda við 4,5 stigum. Teir eru Alireza Firou úr Iran og russararnir Jan Nepomnjaktsji og Dmitry Andreikin.

HM í kviktalvi verður spælt yvir tríggjar dagar 26. til 28. desember. Síðan verður farið undir HM í snartalvi, sum verður spælt 29. og 30. desember. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder