Annað

Magnus hevur framvegis ein lítlan møguleika

Heimsmeistaraskapurin í snartalvi verður avgjørdur í dag.

2018-12-28 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðmaðurin Magnus Carlsen hevur framvegis ein møguleika at gerast heimsmeistari í kviktalvi. Heimsmeistarakappingin í kviktalvi, sum byrjaði 2. jóladag í Skt. Pætursborg í Russlandi endar í dag.

Hóast møguleikarnir á pappírinum eru til staðar, so eru flestir eygleiðarar sannførdir um, at Magnus spilti sínar møguleikar, tá hann tapti síni tvey fyrstu talv mikudagin.

Men hann kom væl aftur í kappingina í gjár, tá hann vann fýra av teimum fimm talvunum. Í løtuni hevur hann sjey stig, bert eitt hálvt minni enn oddamenninir. Kortini liggur hann heilt afturi á 17. plássi í støðuni.

Sjey telvarar hava 7,5 stig meðan tíggju telvarar hava 7 stig. Við tað at Magnus hevur tapt móti telvarum, ið eru mettir nógv veikari enn hann, so endar Magnus Carlsen, heimsins sterkasti telvari, aftast av teimum við 7 stigum.

Treytin hjá Magnus Carlsen fyri at gera seg galdandi í dag er, at hann vinnur alt, og so vóna at hinir telvararnir telva onkur talv javnt, so at Magnus fær fyrstaplássið einsamallur.

Eygleiðarar vísa nú á, at Magnus Carlsen ikki er so sterkur í ár, sum hann var, eitt nú í 2013 og 2014 tá hann vann alt. Harvið óttast hinir telvararnir ikki á sama hátt at skula spæla ímóti honum.

Favorittur at gerast heimsmeistari í kviktalvi er nú russarin Ian Nepomniachtchi, sum liggur fremstur.

Heimsmeistaraheitið verður avgjørt á teimum seinastu fimm umførunum, sum verða spæld í dag. Tey, sum síggja NRK1 kunnu fylgja við í kappingini beinleiðis frá kl. 11.45.

Komandi tveir dagarnar verður so farið undir at avgera heimsmeistaraskapið í snartalvi, sum gongur enn skjótari fyri seg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder