Fótbóltur

Magnus Holm Jacobsen er aftur í HB

HB hevur í kvøld kunngjørt sín fyrsta styrk til 2024. 23-ára gamla hoyvíkingurin kann gera stóran mun á miðvøllinum. Talan er um ein eitt-ára sáttmála.

Í fjør royndi hann seg í 07 Vestur, har hann í fyrru hálvu gjørdi stóran mun. Í 2024 hevur Magnus Holm aftur heimavøll í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør royndi hann seg í 07 Vestur, har hann í fyrru hálvu gjørdi stóran mun. Í 2024 hevur Magnus Holm aftur heimavøll í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur í kvøld kunngjørt sín fyrsta nýggja spælara til næsta kappingarár, og tað kann vísa seg at vera ein stórur styrkur.

Magnus Holm Jacobsen hevur til tíðir seinastu árini staðið sum ein av teimum sterkastu sentralu miðvallarunum í føroysku kappingunum. Tað tykist eisin,i sum hann hevur lyft sítt stig til evropeiskar dystir hjá B36 og á U21-landsliðnum.

Teknisku førleikarnar og spælski eru eyðsæð, og so er Magnus harður. Síðsta vetur endaði samstarvið millum miðvallaran og B36, sum hevði vart í átta ár - tað var ikki av fótbóltsorsøkum.

Hann gjørdi stóran mun fyri 07 Vestur í fyrru hálvu í ár, síðani kom ein heldur løgin flytingarsøga um skiftið til Póllands, ið ikki var "lógligt". Tað bleiv ikki til nakað, og í seinnu hálvu hevur Magnus valt ikki at spælt nakrar dystir, og síðani hevur 23-ára gamli havnarmaðurin verið darvaður av skaða. 

Nú er tíðin í Vágunum av, og Magnus Holm Jacobsen vendir aftur til høvuðsstaðin at hava heimavøll. Nú fer hann í reytt og svart.

HB er barndómsfelagið hjá Magnusi, og sama kvøldið sum skiftið hjá Dan í Soylu til KÍ er kunngjørt, skrivar HB á Facebook-síðu sínari, at Magnus Holm Jacobsen vendir heimaftur.

Talan er um eitt-ára sáttmála, upplýsir HB. Magnus hevur spælt næstan 150 dystir á hægsta stigi í Føroyum og 17 evropeiskar dystir. Hann hevur spælt ein A-landsdyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder