Fótbóltur

Magnus Holm Jacobsen til B68

Jákup á Borg skal nú aftur hava evnaríka 24-ára gamla miðvallaran undir hond. Magnus hevur skrivað undir eitt ára-sáttmála á Svangaskarði.

Magnus Holm Jacobsen hevur spælt við B36 meginpartin av sínari tíð í Betrideildini - fýra tey fyrstu kappingarárini undir Jákupi á Borg ið nú aftur verður venjari hansara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magnus Holm Jacobsen hevur spælt við B36 meginpartin av sínari tíð í Betrideildini - fýra tey fyrstu kappingarárini undir Jákupi á Borg ið nú aftur verður venjari hansara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-09 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magnus Holm Jacobsen spældi ikki nógvar minuttir fyri HB í ár, eftir at hann síðsta vetur vendi aftur til felagið, sum miðvallarin spældi við fyrstu fótbóltsár síni.

Hann var skaddur stóran part av fyrru hálvu, og ósemja við Adolfo Sormani og venjaratoymi í summar - um millum annað renning eftir dyst í Kroatia - endaði við, at miðvallarin fór niður á næstbesta liðið at venja og spæla fast.

Sí eisini: 
Magnus Holm Jacobsen og Heðin Hansen ikki í HB-hópinum fyribils
Magnus venur við næstbesta liðnum - annars onga viðmerking

Tann seinasti av fimm dystum við besta liðnum var, sambært FaroeSoccer, 23. juni. Skjótt verður Magnus Holm Jacobsen tó aftur í Betrideildini.

[object Object]Væntað varð, at Magnus Holm Jacobsen skuldi fáa stóran leiklut á HB-miðvøllinum í ár. Skaðar og "displin-trupulleikar" forðaðu fyri tí.

[object Object]Magnus Holm Jacobsen í dysti fyri 07 Vestur, har hann til tíðir veruliga skaraði framúr (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magnus hevði eitt gott ár í 07 Vestur í 2023, hóast eitt mál um eitt kiksað skifti til pólskan fótbólt órógvaði nakað um summarið.

Í B36 gekst tað best, tá Jákup á Borg var venjari hansara, og skal Jákup nú aftur royna at fáa tað besta burturúr dugnaliga sentrala miðvallinum, sum kann fara at gera stóran mun á Svangaskarði.

Partarnir hava gjørt eitt ára-sáttmála. Hetta hevur B68 kunngjørt í kvøld. Talan kann gerast um sera týðandi tilgongd fyri B68. Ein líknandi sentralur miðvallari hevur vantað í ár.

Sum skilst verða fleiri nýggir spælarar kunngjørdir á Toftum næstu tíðina. Martin Klein Joensen er eitt gott boð uppá nýggjan B68-spælara. Áleyparin heldur ikki fram í Víkingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder