Fótbóltur

Magnus Jarnskor til EB/Streym

Víkingamaðurin hevur skrivað sáttmála fyri komandi kappingarár.

Mynd: EB/Streymur

Mynd: EB/Streymur

2019-01-14 12:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

23 ára gamli gøtumaðurin, Magnus Jarnskor, hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym fyri kappingarárið 2019. Hesum boðaði felagsliðið frá í gjárkvøldið.

Magnus er ein spennandi frammrættaður leikari, ið er uppvaksin í Víkingi. Hann hevur øll árini, burtursæð frá seinnuhálvu í 2017 tá hann spældi ÍF, spælt við Víkingi. Higartil er tað blivi til 55 dystir og 5 mál í betrideildini og 11 steypadystir og 4 mál. Eisini hevur hann spælt 136 í næstbestudeildini, har hann hevur skotið 44 mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder