Fótbóltur

Magnus Powell gevst í 07Vestur

Hevur fingið eitt betri tilboð frá svenska felagnum Östersunds FK.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-04 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

07 Vestur má leitað sær eftir nýggjum venjara. Vónirnar vóru annars stórar til komandi kappingarár við svianum Magnus Powell sum venjara.

Magnus Powell kom í Vágar í summar eftir at Heðin Askham legði frá sær, og tað var mett at vera sera væl klárað, at tað eydnaðist honum at vinna felagnum eitt sætta pláss í Betrideildini.

Magnus Powell kom tá frá felagnum Levanger í triðbestu deildini í Noregi. Men í dag boðar 07 Vestur frá, at tey missa henda dugnaliga svenska venjaran.

Felagið skrivar soleiðis í fráboðan í dag:

- Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum. 

- Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus. 

- Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at Östersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021. 

- 07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í Östersunds FK.

Östersunds FK flutti fyri fyrstu ferð upp í bestu deildini í Svøríki, Allsvenskan, í 2015. Har var felagið fram til og við í fjør, har Östersunds endaði á aftasta plássi, og flutti tí niður í næstbestu deildina, Superettan.

Fyri løtu síðani legði ÖFK hesa samrøðuna út á heimasíðuna:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder