
Framvegis fult føroyskt stigatal. Hetta er veruleikin eftir trý tey fyrstu umførin hjá Føroyumi í undankappingini til U21 EM-endaspælið 2027.
Í kvøld vann liðið annan útisigurin inann fimm dagar, ar heimaliðið var greiður favorittur á pappírinum.
Aftur revsaðu føroyingar við stórum effektiviteti, og stríddust teir manniliga. Tað var ikki framúr flott fóltbóltspæl - men tað var flott á so nógvan annan hátt.
Avgerandi løturnar vóru í 25. minutti og 81. minutti.
Fyrst var tað málið, har Dávid Reynheim vann bóltin í góðum høgrum føroyskum trýsti og síðani skoraði sjálvur eftir flott upplegg frá Heina Fossdalsá Sørensen.
Seint í dystinum syrgdi Hans Jákup Arngrímsson fyri, at Luksemborg ikki fekk javnað. Málverjin las brotssparkssjúttan hjá heimaliðnum og loftaði skotinum úr ellivu metrum.
Tá norðurírski dómarin í 97. minutti bríkslaði av, so kundi føroyingarnir brøla og fegnast um enn ein harðvunnan 1-0 sigur, har man veruliga vísti nógvar góðar føroyiskar eginleikar.
Sí hæddarpunktini hjá Televarpinum niðanfyri
Les um 1-0 sigurin her: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald